Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Amerikanskur miðil: Iran kann leypa á Ísrael innan 48 tímar

Amerikanska fregnartænastan, CIA, hevur ávarað Ísrael

Tað prutlar undir lokinum í miðeystri, og serfrøðingar hava ávarað um, at ein samanbrestur millum Ísrael og nærmastu grannalondini er ávegis.

Men nú hevur amerikanska fregnartænastan, CIA, beinleiðis ávarað ísraelsku stjórnina um, at eitt álop á Ísrael kann henda innan 48 tímar.

Tað skrivar amerikanski miðilin Vox Media í morgun.

Miðilin siterar miðlar í Miðeystri fyri at siga, at Iran hevur ítøkiliga ætlanir at leypa á við dronum og rakettum, sum skulu raka strategisk mál í Ísrael sum aftursvar til loftálopið á iransku sendistovuna í Sýria herfyri.

Upplýsingarnar eru enn ikki alment váttaðar.