Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Newcastle United gjørt kvettið

Newcastle hevur fingið ein fjøltáttaðan miðvallarleikara, sum hevur vunnið italska meistaraheitið, verið í Champions League hálvfinaluni og verið í EM-finalu.

Í dag hevur Newcastle keypt miðvallarleikaran Sandro Tonali frá AC Milan fyri okkurt um 520 milliónir.

Sandro Tonali varð 8. Mai 2000 í Lodi í Italia. Hann spældi fyrstu ferð yrkisfótbólt tann 26. august 2017 sum 17 ára gamalur, tá hann varð innskiftur fyri Brescia í 1-2  tapinum fyri Avellino í Serie B. Tann 28. Apríl skoraði hann fyrsta málið í 2-4 tapinum fyri Salernitana í Serie B. Fyrsta árið spældi hann 19 dystir, har hann skoraði tvey mál og legði upp til tvey í kappingarárinum 2017-18.

Árið eftir vann Brescia Serie B og Tonali spældi allar dystirnar.

Hann spældi fyrsta dystin í Serie A sum 19 ára gamalur tann 25. august 2019, tá Brescia vann 1-0 á útivølli ímóti Cagliari. Fyrsta málið í Serie A skokraði hann 26. oktober upp á fríspark úr vinstru síðu, sum hann smekkaði upp í tríkantin, men kortini tapti Brescia 1-3 fyri Genoa.

Hann varð útlæntur til AC Milan fyri kappingarárið 2020-21, áðrenn hann staðfesti skiftið. AC Milan vann meistaraheitið 2021-22, har Tonali spældi 36 dystir og skoraði 5 mál umframt, at hann legði upp til 3 mál.

Hann luttók fyri Italia undir EM fyri U19-landslið í Finnlandi í 2018, har Italia gjørdist tveyari. Longu í november 2018 varð hann úttikin til italska A-landsliðið sum Serie B leikari. Fyrsta A-landsdystin spældi hann 15. Oktober 2019, tá hann varð innskiftur í 5-0 sigrinum á útivølli ímóti Liechtenstein í Vaduz. Higartil hevur Sandro tonali spælt 14 landsdystir fyri Italia.

Newcastle hevur fingið ein fjøltáttaðan miðvallarleikara, sum hevur vunnið italska meistaraheitið, verið í Champions League hálvfinaluni og verið í EM-finalu.