Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skoraði fýra mál í sama dysti – og rýmdi heim

Var við til at tapa 1-9, men gjørdist kortini enskur meistari sama kappingarár. Eisini fyrsti leikarin at skora upp á brotsspark í einari FA Cup finalu.

Frá 1903-04 bygdi Newcastle United ein sera lovandi hóp av leikarum, sum við vøkrum samanspæli var ráðandi liðið í Onglandi í eitt áratíggju. Tríggjar ferðir vann liðið meistaraheitið: 1904-05, 1906-07 og 1908-09. Í 1904-05 mundi liðið vunnið greipuna, men tapti fyri Aston Villa í FA Cup finaluni. Árið eftir tapti liðið fyri Everton í FA Cup finaluni og í 1908 tapti liðið eisini finaluna fyri Wolverhampton Wanderers. Teir vunnu endiliga FA Cup finaluna í 1910, tá Albert Shepherd skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á Barnsley. Árið eftir var liðið aftur í finaluni, men tapti fyri Bradford City.

Albert Shepherd var føddur 10. september 1885 nærindis Bolton í Onglandi. Framherjin skifti í 1901 til Blackburn Rovers, men  fekk ongantíð møguleikan hjá Blackburn Rovers og skifti tískil til 2. deildarfelagið Bolton Wanderers, har hann spældi fyrsta dystin á yrkisleiðini í november 1904. Í hansara fyrsta heila kappingarári og skoraði 15 mál og flutti upp við Bolton.  Árið eftir gjørdist hann enskur toppskjútti við 26 landskappingarmálum. Hann umboðaði ensku fótbóltsdeildina ímóti skotska mótpartinum, har enska fótbóltsdeildin vann 6-2 á Stamford Bridge og Albert Shepherd skoraði 4 av málunum. Mánaðin eftir spældi hann fyrsta landsdystin ímóti Skotlandi 7. apríl 1906. Tíðliga í dystinum noyddist enski Harry Makepeace út við skaða og Skotland legði seg á odda 2-0, áðrenn Shepherd minkaði um munin upp á beinleiðis fríspark í 81. minutti. Samstundis gjørdist Shepherd bara hin næsti, sum skoraði beinleiðis upp á fríspark í landsdysti fyri Ongland, men Skotland vann 2-1.

Í november 1908 rindaði Newcastle eitt klubbmet áljóðandi £800 fyri Albert Shepherd og tað var bara £200 minni enn bretska metið tá. Hann varð keyptur sum avloysari fyri skaðadarvaða toppskjúttan Bill Appleyard. Sum vanligt skoraði hann eitt byrjanarmál í 4-0 sigrinum á Nottingham Forest, men var eisini við dystin eftir til at tapa 1-9 fyri kappingarneytanum Sunderland, men Shepherd skoraði upp á brotsspark. Shepherd gjørdist toppskjútti hjá felagnum við 15 málum og liðið endaði við at vinna meistaraheitið, hóast liðið tapti heili 1-9 í einum dysti!

Les eisini...  Gonzalo Montiel gjørdist hetjan - Sevilla hevur vunnið Europa League

Besti dystur hansara sama kappingarár var 23. januar 1909, tá Newcastle vann 4-0 á Notts County. Alber Shepherd skoraði øll fýra málini og rýmdi, áðrenn dysturin var liðugur, ti hann skuldi náa tokið heim til Bolton og tá í tíðini vóru ongir eykaleikarar!

Árið eftir gjørdist hann fyrsti Newcastle-leikarin, sum skoraði fleiri enn 30 mál, tá hann skoraði 31 mál umframt bæði málini, tá Newcastle vann fyrsta FA Cup steypið nakrantíð í 1910 eftir 2-0 sigur á Barnsley í umdystinum. Annað málið var upp á brotsspark og tískil gjørdist hann tann fyrsti, sum skoraði upp á eitt brotsspark í einari FA Cup finalu. Hann endurtók bragdið í 1910-11, har hann samstundis gjørdist enskur toppskjútti við 33 málum. Á leiðini fram til FA Cup finaluna skoraði hann eisini 8 mál, men spældi ikki sjálav finaluna, tí hann stoytti saman við málverjan hjá Blackburn Rovers, Jimmy Ashcroft, og sleit liðbond í knænum. Skaðin gjørdi enda á fótbóltslívsleiðini.

Áðrenn stóra skaðan spældi hann kortini á landsliðnum, sum vann 2-1 á Írlandi 11. Februar 1911 og hann skoraði sjálvandi eisini eitt mál. 2 landsdystir og 2 mál.

Hann var skaddur meira enn eitt ár og kom ongantíð ordiliga fyri seg aftur. Hann skifti til Bradford City í juli 1914, har hann spældi eitt kappingarár og skoraði 10 landskappingarmál í 22 dystum, áðrenn hann gavst og fyrri heimsbardagi brast á. Samanlagt skoraði hann 171 landskappingarmál í 241 dystum.

Albert Shepherd andaðist 8. november 1929; bert 44 ára gamalur.