Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Einasti spanski Ballon d’Or vinnarin lagt árarnar inn

Hann spældi við FC Barcelona og Inter Milan, og hann vann EM 1964 við Spania.

Luis Suárez Miramontes varð føddur 2. mai 1935 í A Coruña í Galicia. Hann byrjaði at spæla ungdómsfótbólt við Deportivo La Coruña í 1949. Hann spældi fyrsta dystin fyri Deportivo tann 6. desember 1953 í einum 1-6 tapi fyri FC Barcelona. Hóast stórtapið, so fekk hann standandi lógvabrestir eftir dystin og hann spældi 17 dystir og skoraði 3 mál restina av kappingarárinum, áðrenn FC Barcelona keypti hann í 1954, men hann spældi við eykaliðnum hjá Barcelona, Sección Deportiva La España Industrial (seinni Club Deportivo Condal), í 2. deild.

Millum 1955 og 1961 spældi hann fast á FC Barcelona-liðnum, sum hevði eisini hevði ungarska tríbólkin László Kubala, Zoltán Czibor og Sándor Kocsis umframt Antoni Ramallets og Evaristo. Helenio Herrera var venjari og liðið vann La Liga í 1958-59 og 1959-60, sponsku steypakappingina 1957 og 1959 umframt Inter-Cities Fairs Cup í 1955-58 og 1958-60. Í 1960 vann Luis Suárez sum fyrsti FC Barcelona-leikarin Ballon d’Or framman fyri Ferenc Puskás hjá Real Madrid og hann er framvegis einasti spanskt-føddi leikarin, sum hevur vunnið Ballon d’Or. Ein av hansara seinastu dystin fyri FC Barcelona var 2-3 tapið fyri Benfica í Europa Cup fyri meistaralið.

Í 1961 gjørdist Luis Suárez heimsins dýrasti leikari og £100.000 keypið, tá FC Barcelona seldi hann til Inter Milan fyri £142.000. Hann skifti sostatt saman við ráðgevaranum Helenio Herrera og saman við Real Madrid-leikaranum, Juan Santisteban, gjørdist hann fyrsti spanski leikarin í italsku Serie A.

Suárez spældi fast við Grande Inter-liðnum hjá Herrera, sum vann trý Serie A meistaraheiti (1962-63, 1964-65 og 1965-66), tvær Europa Cup á rað (1963-64 og 1964-65) og tvær Intercontinental Cup (1964 og 1965). Frá 1961 til 1970 spældi hann 328 dystir fyri Inter og skoraði 55 mál. Tann 10. Mars 1963 skoraði hann eitt hattrikk í 6-0 sigrinum á Genoa, sum eisini var einasta spanska hattrikkið í Serie A til fyrrverandi Liverpool-leikarin, Suso, skoraði hattrikk ímóti Genoa í 2016. Suárez sendi sjálvandi eina kvøðu til Suso.

Les eisini...  Ferðsluóhapp á Gøtueiði

Suárez spældi 32 landsdystir fyri Spania og skoraði 14 mál. Fyrsta landsdystin spældi hann 30. Januar 1957, tá Spania vann 5-1 á Hollandi og hann umboðaði Spania bæði undir HM 1962 og HM 1966. Besta úrslitið við Spania fekk hann kortini undir EM 1964, tá hann saman við Josep Maria Fusté, Amancio Amaro, José Ángel Iribar og Chus Pereda vann europameistaraheitið. Hann spældi seinasta dystin fyri Spania í 1972.

Luis Suárez var snúningsdepilin á Inter-liðnum og tað, sum sermerkti hann, vóru evnini til umstillingar, tá hann við snórabeinum avleveringum broytti verjuspælið til álopsspæl ella ein djúptliggjandi spælskipari. Hann var sostatt skraddaraseymaður til fótbóltsspælið hjá Helenio Herrera.

Sum venjari var hann eitt nú í trimum førum venjari hjá Inter ( tó fyribils í seinasta førinum) umframt, at hann stjórnaði Spania undir HM 1990 í Italia.

Ærað veri minnið um Luis Suárez Miramontes!