Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Niðurstungin av skrúvublaði

Løgreglan í Norður Jútlandi hevur í dag handtikið ein brotsmann. Talan er um eitt ófrættakent brotsverk, har eitt serligt vápn var nýtt av handtikna brotsmanninum

Løgreglan í Norður Jútlandi er í dag til staðar í Aggersund. Hetta er, aftaná eitt knívstingarí varð meldað til løgregluna.

Vakthavandi leiðari hjá lokalu løgregluni, Bruno Brix, sigur við TV2 Nord: – Tað skilst, at talan er um ein, ið er stungin í hálsin við einum skrúvublaði.

Løgreglan fekk boðini klokkan 12:13 og er enn á matrikulinum. Sambært danska miðlinum Nordjyske, er tann rakti ávegis til viðgerð á nærhendis sjúkrahúsi. Ein persónur er handtikin í samband við hendingina. Teir báðir, tann rakti og tann handtikni, eru kenningar, skrivar lokalavísin.

Gongdin kann fylgjast leypandi á donskum miðlum.