Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sinnið kókaði yvir í seinasta dysti

Tríggjar ferðir kosin hiemsins besti leikari av FIFA, men í seinasta dystinum fór sinnið við honum.

Tann 9. juli 2006 vann Italia HM fyri 4. ferð í einum spennandi dysti ímóti Fraklandi, sum endaði við einari brotssparkskapping. Tað var seinasti dysturin hjá Zinedine Zidane, sum tríggjar hevði verið kosin heimsins besti leikari av FIFA, men fekk reytt kort í longdu leiktíðini, tá hann skallaði italska verjuleikaran Marco Materazzi.

Frakland mátti stríðast fyri at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, tá tað vann ein dyst og spældi tveir javnar, men í frásáldingardystunum vunnu teir tríggjar hugtakandi sigrar á Spania (3-1), Brazil (1-0) og Portugal (1-0). Hinvegin fekk Italia lítla mótstøðu í bólkaspælinum, áðrenn liðið vann á Australia (1-0), Ukraina (3-0) og Týsklandi (2-0 e.l.l.) fyri at koma í finaluna.

Frakland legði seg á odda í 7. minutti, tá dómarin dømdi eitt umstrítt brotsspark, tá Florent Malouda heldur lættliga fór umkoll í brotsteiginum. Zidane legði Frakland á odda 1-0, men Italia javnaði 12 minuttir seinni, tá Materzzi skallaði bóltin í málið eftir hornaspark. Hvørki av liðunum megnaði at avgera dystin, sum eisini endaði 1-1 eftir vanliga leiktíð og longdu leiktíðina.

Undir seinna hálvleiki av longdu leiktíðini skiftu málskjúttarnir báðir, Zidane og Materazzi, orð sínámillum, og Zidane svaraði aftur við at skalla Materazzi í bringuna og varð vístur av vølli í 110. minutti. Seinni kom tað fram, at Materazzi hevði sagt okkurt niðrandi og ágangandi um systrina hjá Zidane. Zidane kundi tískil ikki luttaka í brotssparkskappingini, sum Italia vann 5-3. David Trezeguet var einasti leikari, sum brendi, tá hann rakti yvirliggjaran.

Undan dystinum hevði Zidane sagt farvæl í Real Madrid og øll vistu, at talan var um seinasta dystin hjá honum. Hann skoraði upp á eitt Panenka-brotsspark og var bara fjórði leikarin í HM-søguni, sum hevði skorað í tveimum ymiskum finalum saman við Vavá, Pelé og Paul Breitner harumframt deildi hann 1. plássið við áðurnevndu leikarar og Geoff Hurst fyri at hava skotið flest HM-finalumál, men sinnið fór avstað við honum, tá hann saman við Rigobert Song er útvístur í tveimum HM-endaspælum og 4. leikarin, sum er útvístur í einari finalu, men tann fyrsti í longdari leiktíð.

Les eisini...  Nú er diakonprestur settur

Hóast útvísingina, so kom Zidane á besta liðið í kappingini og vann Golden Ball, sum týdningarmiklasti leikarin undir HM, men hann spældi ongantíð aftur fyri Frakland.