Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ikki-bretar fingu loyvi at spæla í Onglandi

Fyri 45 árum síðani skiftu tveir heimsmeistarar til enskan fótbólt, sum ikki hevur verið tann sami síðani.

Tann 9. juli 1978 broyttist enskur fótbóltur med alla. Júst uppflutta Tottenham Hotspur kunngjørdi keypið av tveimum nýkosnum argentinskum heimsmeistarum, Osvaldo Ardiles og Ricardo Villa, fyri einans £750.000 tilsamans. Í 47 ár hevði enski spælaramarknaðurin fyri ikki-bretar verið stongdur aftaná, at Arsenal royndi at keypa málmannin hjá eysturríkska Wunderteam, Rodolphe Hiden, frá Wiener AC. Tað vóru the Association of Football Players’ Union (forfaðirin til Professional Footballer’s Association (PFA)) og the Football League, sum forðaðu handlinum.

Longu í 1892 skrivaði kanadiskt føddi og av sveisiskum uppruna, Walter Bowman, undir við Accrington FC. Eitt ár seinni flutti Bowman til 2. deildarfelagið Ardwick AFC (sum í 1894 broytti navn til Manchester City).

Í 1931 avgjørdi enska fótbóltssambandið at herða síni sjónarmið viðvíkjandi stríðsmálinum um útlendskar fótbóltsleikarar. Tað setti í gildi eina lóg, sum kravdi, at leikararnir høvdu búð í Sameinda kongsríkinum í tvey ár, áðrenn teir kundu spæla við einum enskum felagi. Tað forðaði ikki fyri, at ein fyrrverandi krígsfangi og týskur leikari nevndur Bert Trautmann, kundi vinna heitið sum ársins leikari í 1956, men tað legði fyribils meinbogar fyri, at ikki-bretskir leikarar kundu spæla í ensku landskappingini. 25 ár seinni vann annar av hollendingunum hjá Ipswich, Frans Thijssen, heitið sum ársins leikari.

Kravið um, at leikararnir skuldu havt búð í Sameinda kongsríkinum í tvey ár, áðrenn teir kundu spæla fyri eitt enskt felag vardi í 47 ár. Tað er ilt at vita, hvussu leingi enska fótbóltssambandið kundi forðað feløgum at keypa evnaríkar leikarar til ensku landskappingina, um tey ynsktu tað, men málið varð umrøtt á einum fundi hjá Europeiska Samveldinum í Brüssel, tann 23. februar 1978.

Les eisini...  Beinleiðis á FM1 týskvøldið klokkan 18: 07 Vestur-EB/Streymur

Á fundinum atkvøddu tey avvarðandi umboðini fyri tað, sum í høvuðsheitum var Europeiska Samveldið, fyri at kunngera, at tjóðskapurin hjá leikaranum ikki burdi verið eitt stríðsmál, tá avgerast skuldi, um hann slapp ella ikki slapp at spæla fótbólt í nøkrum ávísum landi. Summarið sama ár hevði the Football League aðalfund og avgjørdi at strika veruliga forboðið mótvegis ikki-bretskum leikarum.