Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Daprasti dagurin í danskari fótbóltssøgu

Tann 16. Juli 1960 verður roknaður sum daprasti dagur í danskari fótbóltssøgu.

Tann 16. Juli 1960 verður roknaður sum daprasti dagur í danskari fótbóltssøgu. Eitt De Havilland Dragon Rapide DH.89A -flogfar fleyg við átta leikarum frá OL-landsliðnum, sum fyrireikaði seg til at spæla OL-endaspælið í Róm.

Tann 13. juli spældi OL landsliðið javnleik ímóti Fremad Amager í einum venjingardysti, og tann eftirfylgjandi stevnan í Jútlandi skuldi byrja við einum dysti millum leikarar í OL-hópinum ímóti einum samansettum B- og ungdómslandsliði leygardagin 16. juli.

Veðrið var ikki gott í Keypmannahavn og floglíkindini henda dagin vóru vánalig. Tað var regn og stormur við lágt liggjandi skýggjaflókum. Flogfarið kemur kortini væl uppfrá, men stutt eftir fráferð verður flogfarið fangað av einum grovum æli og fær sterkan síðuvind. Flogskiparin Stig Vindeløv hevur stórar trupulleikar. Flogfarið er nevniliga ikki góðkent til regnflúgving, tað hevur ikki so frægt sum ein viskara.

Flogfarið er bert góðkent til góðveðursflúgving, og tað verður vanlukkuligt. Stig Vindeløv sær onki og skiftir tískil til tólflúgving. Flogfarið hevur hvørki lurtitólskumpass ella onnur nýmótans flogtól, og tí kann hann bara stýra eftir tí sokallaðu “eftirgjørdu havsbrúnni”, sum er eitt tól, sum vigar upp fyri vantandi sýnið niður á jørðina.

Trupulleikin er, at tað riggar ikki fyrr enn, at flogfarið er komið upp í fulla ferð. Tí er tað ikki til nakra hjálp beint eftir fráferð, tá flúgvarin flýgur lágt yvir Oyrarsundi. Stig Vindeløg stríðist alt, hann er mentur, fyri at bjarga støðuni. Hann varnast ikki, at flogfarið hellir til høgru, og tá hann ikki hevur nakra havsbrúgv at stýra eftir, er hann fullkomiliga seldur. Flogfarið stoytist í klingur, bóltar rút og stoytir móti havfløtuni. Tað hendir bara áleið 40-50 metrar úr landi og frá umleið 100 metra hædd.

Les eisini...  Eyðgunn vil hava fleiri fólk í bussarnar

Tá flúgvarin rakar havfløtuna, verður tað krúllað saman og syndrað í tríggjar partar, meðan regnið framvegis oysir niður. Gaggur, troyggjur og vraklutir reka á havfløtuni. Tveir fiskimenn frá Kastrup koma fram á flogfarið – stutt eftir koma bjargingarfólkini. Stig Vindeløv nær at siga: “Eg skilji ikki, hvussu tað kundi henda,” áðrenn hann svímar.

Sjey leikarar sita í tí endanum av skrokkinum, sum er undir av sjógvi, og teir doyggja beinvegin. Umframt flogskiparan er bara Per Funch Jensen á lívi, men hann doyr á vegnum til sjúkrahúsið. Flogskiparin er sostatt tann einasti, sum sleppur við lívinum, men hann fær annað beinið tikið.

Hesir 8 lótu lív:

  • Erling Spalk, 19 ár frá Ikast FS
  • Ib Eskildsen, 19 ár frá Boldklubben Frem
  • Arne Karlsen, 20 ár frá KB
  • Per Funch Jensen, 21 ár frá KB
  • Kurt Krahmer, 22 ár frá KB
  • Søren Andersen, 23 ár frá Boldklubben Frem
  • Erik Jensen, 29 ár frá AB
  • Børge Bastholm Larsen, 29 ár frá Køge Boldklub

Hóast syndarligu vanlukkuna luttekur Danmark í OL 1960. Teir vinna 3-2 á Argentina, 2-1 á Póllandi og 3-1 á Tunesia í bólkaspælinum umframt 2-0 á Ungarn. Í finaluni á danska OL-landsliðið kortini lúta fyri Jugoslavia, sum vinnur 3-1. Silvurheiðursmerkini í 1960 eru higartil seinastu olympisku heiðursmerkini hjá donskum fótbólti. Liðið gjørdist kent sum Silvurliðið.