Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

AC Milan keypir landsliðsleikara úr Nigeria

Samuel Chukwueze skiftir úr Villarreal til AC Milan fyri kr. 210 mió

AC Milan hevur keypt Samuel Chukwueze úr Villarreal fyri kr. 210 mió. Tann 24 ára gamli vongurin hevur skrivað ein 5 ára sáttmála við Rossonieri.

Samuel Chukwueze kom úr Diamond Academy í 2017 og hevur verið ein týðandi leikari fyri El Submarino Amarillo, tey seinastu kappingarárini. Í hesi seks kappingarárini, hevur hann tilsamans leikt 207 dystir og skorað 37 mál.

Villarreal endaðu á einum 5. plássið í La Liga og vil tí leika í Europa League hettar kappingarárið. Chukwueze leikti 37 dystir og skoraði 6 mál.

Í 2018 fekk hann sín fyrsta landsdyst fyri Nigeria, tá ið teir leiktu ein venjingardyst ímóti Uganda. Hann hevur síðani leikt 28 dystir og skorað 4 mál fyri Nigeria.

AC Milan hevur av álvara brynja seg til kappingarárið, við keypum sum Christian Pulisic, Ruben Loftus-Cheek, Luca Romero, Noah Okafor, Tijjani Reijenders og Marco Sportiello.