Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðlar: Kasper Schmeichel kann vera á veg til Chelsea

Kepa Arrizabalaga er ávegis til Real Madrid á einari leiguavtalu. Kasper Schmeichel er møguligi avloysarin, sambært The Guardian.

Kasper Schmeichel var ikki við í hópinum, tá ið Nice leiktu javnleik ímóti Lille ígjár. Venjarin Francesco Farioli hevur valt at satsa uppá polska Marcin Bulka og nú eru meldingar um, at Kasper Schmeichel er á veg út úr felagnum.

Fyrr í summar bleiv nevnt, at Kasper Schmeichel var ávegis til F.C København. Men nú vilja miðlar verða við, at hann er á veg til Chelsea.

Kepa Arrizabalaga verður allarhelst leigaður út til Real Madrid, eftir at Thibaut Courtois fekk krossbandskaða. Tí hevur Chelsea sæð Kasper Schmeichel sum ein møguligan avloysara, sambært The Guardian.

Schmeichel skifti seinasta kappingarár til Nice og hevur leikt 46 dystir fyri tað franska felagið.

Tann 36 ára gamli danin vann Premier League við Leicester í 2016 og hevur leikt 91 landsdystir fyri tað danska landsliðið.