Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Juan Hohberg – doyði, livnaði uppaftur, spældi víðari og skoraði

Tvær ferðir snýtti hann deyðan og hann gav bókstavliga talt sítt lív fyri Uruguay, hóast hann var føddur í Argentina.

Danska landsliðið stóð seg sera væl í Euro 2021, men byrjanin var syrgilig, tí Christian Eriksen knappliga small um í fyrsta dystinum. Góð og skjót hjálp tryggjaði, at Eriksen kom væl fyri seg aftur, men tað var ikki fyrstu ferð, at leikari small um í fótbóltsdysti. Fótbóltssøgan er nevniliga á tremur við óvanligum og ótrúligum søgum. Fleiri av søgunum eru væl egnaðar til filmshandrit ella at liva á mannamunni. Juan Hohberg er høvuðspersónur í einari slíkari søgu.

Juan Hohberg stjørnuleikari hjá Peñarol

Juan Eduardo Hohberg varð føddur tann 8. oktober 1927 í Córdoba í Argentina. Hann byrjaði fótbóltslívsleiðina í 1941 sum málmaður hjá Argentino de Rosario í heimlandinum. Í 1945 skifti hann Atlético Central Córdoba, har hann var eykamálmaður á unglingaliðnum, men teir manglaðu knappliga ein leikara og settu Hohberg fram í álopið. Hann skoraði tvey mál og eftir 17 mál í 25 dystum í næstbestu deildini skifti hann árið eftir til Rosario Central. Hann spældi fyrsta dystin í bestu deildini sum 20 ára gamalur og skoraði 17 mál í 34 dystum árini 1946-48. Í 1948 skoraði hann tvey mál ímóti uruguayanska liðnum Peñarol, sum keypti hann. Har spældi hann fram til 1960 og vann 7 meistaraheiti við felagnum.

Fyrsta árið í landskappingini gekk tað strúkandi, tá liðið vann 52 stig av 54 møguligum. Peñarol luttók í trimum kappingum og vann allar ósigrað. Liðið skoraði flest mál, 62, og lat fægst inn, bert 17. Teir vunnu allar tríggjar grannadystirnar ímóti Nacional og teir vunnu eisini fyrsta meistaraheitið í fýra ár.

Peñarol gjørdist aftur meistari í 1951, 1953 og 1954, har Juan Hohberg gjørdist toppskjútti bæði í 1951 og 1953 við 17 málum bæði ár. Hann fekk ururguayanskan borgaraskap í 1954 og varð tískil úttikin til HM-hópin hjá verandi heimsmeistara, Uruguay, til HM-endaspælið sama ár í Sveits, hóast hann varð føddur í Argentina.

Les eisini...  Bielsa er nýggjur landsliðsvenjari hjá Uruguay

HM-endaspælið 1954 í Sveits

Undir HM 1954 vórðu 16 lið býtt í 4 bólkar. Í hvørjum bólki vóru 2 lið styrkismett, meðan 2 ikki vórðu styrkismett. Tey bæði liðini, sum vóru styrkismett, møttu teimum, sum ikki vóru styrkismett. Um ein dystur í bólkaspælinum endaði við javnleiki í vanligu leiktíðini, so spældu liðini longda leiktíð. Stóð framvegis á jøvnum, so var javnleikurin galdandi. Liðini fingu 2 stig fyri sigurin og 1 stig fyri javnleikin.

Í bólki 3 vóru Uruguay og Eysturríki styrkismett og sluppu tískil undan at møta hvørjum øðrum. Uruguay vann 2-0 á Tjekkoslovakia, sum tá ikki var so sterkt, sum tað gjørdist seinni. Skotarnir vórðu smildraði sundur, tí Uruguay vann heili 7-0 og Ongland stóð fyri skotum í fjórðingsfinaluni. Ongland royndi sítt frægasta, men munaðu eisini ov lítið ímóti Uruguay, sum vann 4-2.

Skakandi hendingin í hálvfinaluni

Í hálvfinaluni 30. juni skuldi Uruguay, sum frammanundan hevði spælt tvey HM-endaspøl og vunnið bæði, møta Ungarn, sum flestøll mettu vera besta boð til at gerast heimsmeistari. Verandi heimsmeistari, Uruguay, sum ongantíð hevði tapt í einum HM-endaspæli ímóti “komandi” heimsmeistara, Ungarn, sum var ósigrað í 30 dystum og ikki hevði tapt í 4 ár.

Bæði liðini høvdu avbjóðingar undan dystinum, tí Uruguay manglaði Obdulio Varela, meðan Ungarn mátti spæla uttan Ferenc Puskás. Bæði liðini manglaðu eisini høgra vong, har László Budai spældi í staðin fyri József Tóth hjá Ungarn og Rafael Souto spældi í staðin fyri Julio Abbadie hjá Uruguay. Péter Palotás loysti Mihály Tóth av hjá Ungarn og Zoltán Czibor spældi tískil aftur vinstri vongur. Juan Hohberg spældi sum miðframherji fyri Óscar Míguez, hóast Juan Alberto Schiaffino stóð til at spæla har hjá Uruguay.

Les eisini...  Brotssparkshetjan hjá AB: Eg havi vant brotsspørk seinastu dagarnar

Uruguay byrjaði dystin betri, men tað var Ungarn, sum legði seg á odda. Teir øktu eisni um leiðsluna, men Uruguay misti ongantíð móti. Gyula Lóránt bjargaði á strikuni og Schiaffino hevði nakrar góðar málroyndir. Schiaffino legði eisini upp til Hohberg, sum minkaði um munin og teir báðir vóru aftur upp á spæl stutt fyri leiklok. Spælararnir hjá Uruguay samgleddust so harðliga, at Hohberg misti vitið, tá allir ovurfegnir tveittu seg oman yvir hann. Hohberg noyddist at fáa bráðfeingishjálp, tí hjartað steðgaði. Vøddaviðgerðin, Carlos Abate, bar skjótt at og royndi seg við bringumassasju og luktisalti. Til endans varð Hohberg fingin til lívs aftur, livnaði upp aftur á vøllinum og helt áfram at spæla, meðan hann eltii sigurin. Hjartasteðgurin vardi í eini 15 sekund.

Schiaffino og Hohberg vóru kortini aftur upp á spæl í longdu leiktíðini, men Hohberg smekkaði bóltin á stongina og tá Víctor Rodríguez Andrade noyddist út av vøllinum fyri at fáa viðgerð, skallaði Sándor Kocsis bóltin fram við Roque Máspoli til 3-2. Løtu seinni skallaði Kocsis bóltin í málið á øðrum sinni, sum eisini gjørdist toppskjútti undir endaspælinum við 11 málum í 5 dystum, og Ungarn vann 4-2. “Vit vunnu á besta liðnum, sum vit nakrantíð hava spælt ímóti,” segði ungarski landsliðsstjórin, Gyula Mándi. Ein hin besti dysturin í HM-søguni, men tá var sjálvandi onki sjónvarp.

Ungararnir fegnaðust, sum vera man, um sigurin, tá áskoðararnir ikki vildu rýma av áskoðaraplássunum, men róptu leikararnir inn aftur á vøllin. Av somu orsøk náddu ungararnir ikki tokið og vóru ikki aftur í tilhaldinum Solothurn fyrr enn kl. 5 ella 6 um morgunin. Tríggjar dagar seinni skuldu teir spæla finaluna í Bern, sum Ungarn sera óvæntað tapti 2-3 fyri Týsklandi, sum teir høvdu vunnið 8-3 á í innleiðandi dystinum.

Les eisini...  Johan Dahl spyr um vinnuliga menning av sjófeingi Føroya

Uruguay tapti eisini dystin um bronsukrónurnar ímóti Eysturríki, men Hohberg skoraði í 1-3 tapinum bara tríggjar dagar eftir ógvusligu hendingina.

Aftur deyðanum nær

Í 1958 royndi hann seg hjá Sporting Lissabon í Portgal, men útlendingakvotan gjørdi, at hann vendi heimaftur. Aftur var hann deyðanum nær, tá flogfar hansara, eitt DC-6, datt niður í Ilha Grande, nærindis Rio de Janeiro í Brazil orsakað av maskinbreki. Hann bjargaði lívinum, men misti viðførið. Hendingin skakaði hann so mikið nógv, at hann gavst at spæla, men hann spældi kortini 10 teir seinastu dystirnar, tá Peñarol byrjaði fyrsta fimmáraskeiðið við meistaraheitum. Hann gjørdist eisini meistari í 1959 og 1960 umframt, at hann var við til at vinna Copa Campeones de América í 1960 (seinni rópt Copa Libertadores).

Í klubbfótbólti gjørdist hann ein varði í søguni hjá Peñarol, har hann spældi meginpartin av fótbóltslívsleiðini og skoraði heili 248 mál í 358 dystum, og tískil verður mettur sum ein av úrmælingum felagsins.

Hann endaði fótbóltslívsleiðina sum leikari við at spæla fyri grannafelagið Racing Club de Montevideo, har hann skoraði trý mál í seks dystum og Cúcuta Deportivo í Kolumbia, har hann skoraði 19 landskappingarmál í 37 dystum.

Hohberg landsliðsvenjari hjá Uruguay

Tá hann gavst at spæla í 1961 gjørdist hann venjari. Hann stjórnaði sostatt Uruguay undir HM 1970 í Mexico, har liðið aftur endaði á 4. plássi, men hann megnaði ikki at føra Uruguay til HM-endaspælið 1978 í Argentina. Samanlagt stjórnaði hann Uruguay í 27 landsdystum, har hann vann 11, spældi níggju javnleikir og tapti sjey.

Seinni búsettist hann í Peru, har hann doyði 30. apríl 1996, og hann er abbi til peruanska landsliðsleikaran Alejandro Hohberg.