Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein søguligur sigur á Argentina

Í gjárkvøldið vann Uruguay ein 2-0 útisigur á Argentina og sigurin gjørdist søguligur, tí tað var fyrsti sigur á útivølli nakrantíð ímóti Argentina, tá vit tosa um undankappping til HM!

Í gjárkvøldið vann Uruguay ein 2-0 útisigur á Argentina og sigurin gjørdist søguligur, tí tað var fyrsti sigur á útivølli nakrantíð ímóti Argentina, tá vit tosa um undankappping til HM! Tvær ferðir hevði Uruguay vunnið kappingarførar dystir á Argentina og báðu ferð var talan um dystir í Copa América: 3-2 í 1937 og 1-0 í 1987.

Tað er eisini fyrstu ferð í meira enn 100 ár, at Uruguay hevur vunnið við meira enn einum máli. Vit skulu aftur til 25. juli 1920 fyri at finna ein 3-1 sigur í einum venjingardysti í Buenos Aires.

Argentina hevur ikki tapt á heimavølli (íroknað venjingardystir) síðani 11. oktober 2019, tá liðið tapti 0-1 fyri Paraguay.

Tað er 5. ferð í søguni, at Uruguay hevur vunnið á heimsmeistaranum. Tvæ ferðir ímóti bæði Brazil (3-0 í 1959 í Copa América og 1-0 í 1960 í einum venjingardysti) og Argentina (1-0 í Copa América í 1987 og 2-0 í Copa América í 1989).

Uruguay er bara annað liðið í allari fótbóltssøguni, sum hevur vunnið ein kappingarføran útivallardyst ímóti verandi heimsmeistara við meira enn einum máli. Fyrsta liðið, sum megnaði tað, var Svøríki 15. oktober 1983 (ein 3-0 útisigur ímóti Italia í einum undankappingardysti til EM 1984).

Uruguay hevur vunnið á Argentina og Brazil í fylgjandi dystum fyri 3. ferð í søguni. Teir vunnu eisini í tveimum Copa América endaspølum (í 1917 og 1959). Burtursæð frá Uruguay hevur Bolivia eisini megnað at vunnið á Argentina og Brazil í fylgjandi dystum (Copa América 1963 og Copa América 1979), Italia vann undir HM 1982 og Týskland undir HM 2014.

Les eisini...  Brazil vann bókstavliga HM-steypið

Uruguay er 4. liðið, sum hevur vunnið á Argentina og Brazil í somu HM-undankapping. Hini liðini eru Ecuador (2006), Bolivia (2010) og Paraguay (2010).

Innan fyri seinasta mánaðin hevur Uruguay endað 2 av teimum trimum bestu ósigraðu røðunum í søguni hjá suðuramerikonsku undankappingini: Røðini hjá Brazil (37 dystir á rað og steðgað 17. oktober 2023) og røðini hjá Argentina (25 dystir á rað, sum er júst er steðgað). Bolivia steðgaði røðini á 31 dystir á rað hjá Brazil tann 25. juli 1993.

Uruguay steðgaði ótrúligu røðini á 41 ósigraðar dystir á rað uttan at lata fyrsta málið inn. Tað hendi seinast 12. november 2020 ímóti Paraguay (Ángel Romero skoraði til 0-1 í einum dysti, sum endaði 1-1). Tann dysturin varð eisini spældur í La Bombonera í Buenos Aires.

Ronald Araújo er tann fyrsti leikarin, sum hevur skorað ímóti Argentina, síðani Kylian Mbappé skoraði hattrikk í HM-finaluni í desember 2022. Uruguay loyvdi ikki Argentina at seta nýtt tjóðarmet, sum hevði ljóðað á 9 dystir á rað uttan at lata nakað mál inn. Við 8 dystum á rað javnaðu teir metið hjá sær sjálvum. Málið hjá Araújo steðgaði eisini persónliga metinum hjá argentinska landsliðsmálverjanum, Emiliano Martínez (751 minuttir uttan at lata mál inn).

Tað tók 24 dystir hjá Argentina at lata mál inn í fyrra hálvleiki. Áðrenn Araújo skoraði fyri Uruguay, var tað Ben Brereton Díaz, sum skoraði fyri Chile í januar 2022.

Marcelo Bielsa, sum stjórnar hesum Uruguay-liðnum, er annar av tveimum argentinskum venjarum, sum hevur vunnið á Argentina í undankappingardysti (saman við Gerardo Martino, sum vann við Paraguay í 2009). Bielsa vann enntá fyri 2. ferð á venjaraleiðini (eisini við Chile í 2008).