Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

486 milliónir í eingangsinntøkum síðan 2015

Hevði tað ikki verið fyri eingangsinntøkum frá vinningsbýti ella sølu av partabrøvum, hevði landskassin fingið 486 milliónir krónur minni seinastu átta árini

Inntøkurnar hjá landskassanum høvdu í tíðarskeiðnum 2015 til og við í ár verið 486 milliónir krónur lakari, hevði tað ikki verið fyri eingangsinntøkum antin frá eyka stórum vinningsbýti ella sølu av partabrøvum.

Hetta sigur Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri, í svari til fyrispurning frá Johan Dahl, tingmanni fyri Sambandsflokkin. Ruth Vang ger eisini greitt, at hetta hevði sannlíkt verið fíggjað við hægri lántøkum.

Í uppgerðini hjá fíggjarmálaráðharranum verður víst á, at í 2017 vóru 100 milliónir krónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik tiknar við í inntøkunum, í 2021 vóru aftur  156,7 milliónir krónur í eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik tiknar við í inntøkunum, og í 2022 vóru enn einaferð 134,4 milliónir krónur frá eykastórum vinningsbýti frá Bank Nordik í inntøkunum..

Í ár eru 15,9 milliónir krónur frá sølu av partabrøvum í P/F Tjaldur, og ætlaðar 79 milliónir krónur frá sølu av partabrøvum í P/F Smyril Line tiknar við í rakstrinum.

Harumframt vóru í 2016 23,3 milliónir krónur frá sølu av partabrøvum í P/F Lív tiknar við undir Óvanligar inntøkur, eins og í 2021 vóru 56,4 milliónir krónur frá avtøkuni av Fíggingargrunninum frá 1992 tiknar við undir Óvanligar inntøkur.

Roknað verður ikki við eingangsinntøkum til landskassan komandi árini fram til 2027.