Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Al-Qaeda eggjar til álop á Danmark

Yvirgangsfelagsskapurin Al-Qaeda eggjar nú til at fremja harðskap móti Danmark og Svøríki, eftir at koranbrenningar hava verið í seinastuni

Islamistiski yvirgangsfelagsskapurin Al-Qaeda hevur nú sent hóttanir móti Danmark og Svøríki.

Hetta sigur danska fregnartænastan, PET sambært TV2, og ger greitt, at hóttanirnar eru framdar umvegis miðilin hjá Al-Qaeda, sum eitur As-Sahab.

Ivaleyst eru nýggju hóttanirnar eitt úrslit av koranbrenningunum í seinastuni, sum Rasmus Paludan fyri politisku rørsluna Stram Kurs hevur staðið fyri.

Jacob Kaarsbo, analytikkari hjá hugbankanum Europa, sigur við TV2, at talan er um eina krígsavbjóðing móti Danmark, og at talan er um hóttanir, ið skulu takast í álvara.

Sambært TV2 eggjar Al-Qaeda til harðskap móti Danmark og Svøríki.

PET vil ikki gera samrøðu við TV2, men í telduposti sigur fregnartænastan, at hon er varug við, at Al-Qaeda hevur eggjað til hevndaratsóknir móti Danmark, og at koranbrenningarnar í seinastuni hava havt ávirkan á hóttanarstøðið í Danmark og hjá donskum áhugamálum uttanlands.

PET sigur, at fylgt verður við støðuni, og metingar verða gjørdar fyri neyðugum trygdaratgerðum.

Jacob Kaarsbo metir, at nýggju hóttanirnar hjá Al-Qaeda eru uttan fyri tað vanliga, og at talan er um stuðul frá Al-Qaeda til álop á Danmark og Svøríki.

Hóast PET ikki vil siga, hvørar trygdaratgerðir PET ætlar at seta í verk, so metir Jacob Kaarsbo, at hóttanarstigið í Danmark fer at verða sett til “sera høgt”.

Ein av høvuðspersónunum í øllum rokanum, Rasmus Paludan, var annars í Føroyum fyri tveimum vikum síðani, tí hann vildi halda feriu her.