Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Argja Bóltfelag fyllir 50 ár

Hátíðardámur Inni í Víka í dag.

Fyrstu ferð vit veruliga hoyra um AB mundi vera í desember 1987, tá blaðið 14. september kunngjørdi, at 24-ára gamli A-landsliðsleikarin, Julian Hansen, skuldi venja AB árið eftir. AB endaði næstniðast í 4. deild, men av tí, at deildirnar vórðu víðkaðar til 10 lið, so slapp AB upp í 3. deild (núverandi 2. deild) í 1988. Fleri fyrrverandi 1. deildarleikarar (núverandi Betrideildin) spældu við. Nevnast kunnu Kári Nielsen (HB), Leo Poulsen (B36) og Gestur á Líknagøtu (NSÍ). AB lá leingi væl við í kappingini, men endaði á 5. plássi – tvey stig frá uppflyting.

Hóast Julian Hansen spældi í 3. deild, so fekk hann landsliðsboð í fyrsta dystinum hjá Páll Guðlaugsson ímóti Íslandi á Akranesvøllinum tann 24. august 1988. Sostatt gjørdist Julian Hansen fyrsti A-landsliðsleikari hjá AB nakrantíð.

Við Sámal Erik ”Bagge” Hentze við róðrið eydnaðist tað AB loksins at vinna 2. deild í 2002 og í 2006 við Rúna Nolsøe á odda vann AB seg upp í bestu deildina. AB spældi fyrstu ferð í bestu deildini kappingarárið 2007. Síðani hevur AB ferðast ímillum fremstu og næstfremstu deildina.

Undan stovnsetanini av AB tann 15. august 1973 spældu argjamenn við havnarfeløgunum. Teir flestu umboðaðu B36, men eisini spældu nakrir við HB. 22-ára gamli danin, Johnny Nyby, var undangongumaður saman við øðrum fótbóltsáhugaðum argjafólki og formaður fyrstu árini. Búnarnir fingu sama lit sum enska yndisfelagið hjá formanninum, Aston Villa.

Eitt skelti varð sett upp í kioskini í bygdini, har boðað varð til fundar. Einir tjúgu dreingir møttu. Teir, ið stovnaðu felagið, vóru mest blaðungir dreingir. At teir ongan vøll høvdu at spæla á, hugsaðu teir minni um. Í fyrstu nevndini sótu: Johnny Nyby, formaður, Fróði Olsen, næstformaður, Sonja á Argjaboða, kassameistari og Kristian Arge, skrivari. Hinir stjórnarlimirnir vóru: Erling Olsen, Sæmundur Mortensen og Jens Hansen.

Les eisini...  Føroysk skip hava óbroytta kvotu í grønlendskum sjógvi í 2024

Longu eitt ár seinni var limatalið um 100, harav 30 kvinnur, sum heittu á felagið um at senda fótbóltsdeild ÍSF áheitan og uppskot um, hvussu møgulig kvinnufótbóltskapping skuldi skipast.

Beinanvegin meldaði AB trý lið til landskappingina. Eitt dreingjalið og tvey piltalið. Seinni kom so eitt vaksnamannalið. Vandu fyrst í skúlagarðinum, og seinni spældu og vandu teir í Gundadali.

AB var hetta fyrsta árið á fyrsta sinni umboðað í landskappingini við trimum liðum, einum dreingjaliði og tveimum piltaliðum. Flest allir argjadreingir, ið høvdu spælt í havnarfeløgunum, fóru nú upp í AB. Byrjanin var góð, tí tað eydnaðist AB at vinna nakrar av fyrstu dystunum. Í fleiri dystum vístu teir, at hvørki ágrýtni ella gávur skortaðu. Seinni í sjeytiárunum meldaði AB eisini eitt vaksnamannalið til í landskappingini.

Venjingarumstøðurnar á Argjum vóru vánaligar, tí einki annað enn ein trongligur skúlagarður var at byrja við. Seinni eydnaðist at fáa eitt stykki niðan fyri skúlan, ið var einar 20 x 40 fermetrar til støddar. Við vælvild frá Tórshavnar Býráð og fótbóltsfeløgunum í Havn, slapp AB at venja og spæla sínar dystir á vøllinum í Gundadali. Hetta gjørdi, at AB kundi mennast.

Argja Bóltfelag hevði øll árini fram til 1983 nýtt vøllirnar í Gundadali sum heimavøll. Sløk 10 ár seinni, leygardagin hin 18. juni 1983, spældi AB fyrsta heimadyst Inni í Vika í Havnardali. Áðrenn vøllur kom í Hoyvík, var Inni í Vika hægst liggjandi fótbóltsvøllur við 92,87 m yvir havinum.

Tað var rímiligt stórt framstig, tá ið fótbóltsvøllurin úti í Vika varð tikin í nýtslu á Argjum í 1983. Nú batnaðu umstøðurnar munandi. 15 ár seinni varð graslíki lagt á vøllin. Í 1985 varð AB-húsið bygt, og í 1988 varð graslíki lagt á vøllin. Felagið hevði nú somu umstøður sum hini feløgini.

Les eisini...  6 minuttir frá javnleiki í fyrsta unglingalandsdysti

AB hevur staðið í stórum vøkstri seinastu tjúgu árini. Eldsálir hava hjúklað um felagið, og ítróttarliga hava eisini verið stór framstig. Felagið hevur alið upp góðar spælarar, ið seinni eru farnir í onnur feløg – serliga størru feløgini í Havn. Eitt dømi er Rógvi Poulsen, sum hevur verið dyggur stuðul hjá HB og eisini hevur vunnið sæti á A-landsliðnum. AB hevur eisini verið kærkomið hjá teimum, sum heldur eru farnir út á Argir at spæla enn at sita á beinkinum hjá HB ella B36.

Í 2009 varð eisini eitt stórt áskoðaraskýli bygt við vøllin Inni í Vika og tá hevði felagið besta kappingarárið higartil við 34 stigum undir leiðslu av Allan Mørkøre og John Petersen. Í 2015 varð undirhæddin av áskoðaraskýlinum liðugt innrættað við 4 skiftirúmum, skrivstovu, dómararúmi, rúm til vøddaviðgerð, venjingarrúmi, felagshøli/køki, vaskirúmi, vesum v.m. Vøllurin Inni í Vika skifti eisini sama árið navn til Skansi Arena.

FM1 ynskir Argja Bóltfelag til lukku við teimum fyrstu 50-árunum og blíðan byr framyvir!