Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Molde – KÍ: Samrøða við landsliðsvenjaran

Tað er ikki hepni, ið hevur fingið KÍ so langt, heldur Håkan Ericson, sum er til staðar í Molde at hyggja eftir dystinum í kvøld

-Tað er ilt at meta um, men soleiðis sum tað hevur sæð út í undanfarnu fimm dystunum, so er tað ikki bara gjørt við hepni, men einari veruligari ætlan, og tað er eydnast at skapa møguleikar.

Soleiðis sigur Håkan ericson, landsliðsvenjari, tá spurdur um, hvat úrslitið verður í dystinum millum Molde og KÍ í kvøld.

Håkan Ericson er staddur í Molde, har ætlanin er at hyggja eftir dystinum.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna, ið Rúni á Reynatrøð gjørdi við landsliðsvenjaran.