Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjórin hjá Klæminti og Patriki uppsagdur

Ólafur Kristjánsson er ikki longur fótbóltsstjóri í Breiðabliki

Fótbóltsstjórin hjá Klæminti A. Olsen og Patriki Johannesen í Breiðabliki, Ólafur Kristjánsson, er sagdur úr starvi.

Tað váttar formaðurin í felagnum, Flosi Eiríksson, í samrøðu við Fótbolta.net, skrivar Vísir.is.

Ólafur fer tó at arbeiða í felagnum í uppsagnartíðini.

Atvoldin til uppsøgnina er, at Breiðablik fer at broyta eitt sindur upp á strukturin inni í felagnum, har fleiri ítróttagreinir eru knýttar at Breiðabliki.

Tað var í februar 2022, at Ólafur Kristjánsson varð settur í starv sum fótbóltsstjóri í Breiðabliki, og hevur áður verið venjari hjá bæði Breiðabliki og eisini hjá Gunnari Nielsen í FH. Hann hevur eisini verið venjari í Danmark hjá ávikavist FC Nordsjælland, Randers FC og eitt stutt skifti hjá Esbjerg í 2020.