Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

VAR í fokus, tá ið Liverpool sigraði á Anfield

Sjálvt um Liverpool var í undirtalið í 32 minuttir, so eydnaðist tað heimaliðinum at sigra á Bournemouth.

VAR var aftur í fokus, tá ið Alexis Mac Allister fekk reytt kort í seinna hálvleiki. Hettar var annars fyrsti dysturin hjá argentinarinum á Anfield, síðani hann bleiv keyptur úr Brighton.

Bournemouth byrjaðu dystin sera væl, tá ið bólturin lá í málinum ikki minni enn tvær ferðir innanfyri 3 minuttir. Tað eina bleiv kolldømt, men tað seinna kundi Antoine Semenyo seta inn og útiliðið kundi sostatt leggja seg á odda.

Ein reaktión kom frá heimaliðinum aftaná hesa sjokk byrjan og aftaná 27 minuttir kundi Luis Diaz javnað fyri Liverpool.

Heimaliðið setti seg meira á dystin sum tíðin fráleið og tað eydnaðist eisini Dominik Szoboszlai at ogna sær eitt brotspark. Mohamed Salah plagar at verður sikkur á 11 metrar plettinum, men hesuferð tók málverjin Neto bóltin í fyrsta umfarið. Men í seinna umfarið kundi egyptarin fylgja bóltin upp og leggja Liverpool á odda.

Tað tóktiskt sum at orkan var farin úr Bournemouth í øðrum hálvleiki og høvdu ikki tað stóra at bjóða uppá. Liverpool kundi spæla seg lættliga ígjøgnum miðjuna og komu eisini til fleiri kjansir.

Eftir 58 minuttir kom dómarin í fokus, tá ið hann vísti Alexis Mac Allister av vøllinum. Hettar kom eftir einum nærdysti við Ryan Christie, tá ið dómarin meinti at Mac Allister hevði ov høgt bein í taklingini. Miðvallarin var skelkaður, men mátti út eftir at VAR hevði góðkent avgerðina hjá dómarinum Thomas Bramall.

Liverpool kom tó ongantíð í trupulleikar og Diogo Jota kundi staðfesta sigurin, tá ið 28 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíð.

Út yvir leikbann til Alexis Mac Allister í næsta dysti, fóru Trent Alexander-Arnhold og Luis Diaz út við skaða.

Aðrir dystir hava eisini verið leiktir í øðrum umfarið av Premier League og úrslitini vóru hesi:

Les eisini...  Drotningin leggur frá sær

Nottingham Forest – Sheffield United 2-1

Wolves – Brighton 1-4

Liverpool – Bournemouth 3-1

Fulham – Brentford 0-3

Í løtuni leika Tottenham og Manchester United, støðan er 0-0. Seinni í kvøld bresta Manchester City og Newcastle saman, dysturin er klokkan 8.