Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

13 er ikki altíð eitt óeydnistal

Í yvirtíðini skoraði høgri bakkurin sigursmálið.

Langt inni í yvirtíðini endaði bólturin hjá høgra bakkinum hjá KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen. Hann gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í málið. Klokkan vísti 95 minuttir og KÍ vann dystin 3-2.

Fyrrverandi landsliðsleikarin spældi sín fyrsta dyst ímóti HB, tá ið hann kom á vøllin í 83. minutti í Gundadali tann 14. mai 2015.

Hóast Jóannes í yngri deildum spældi einamest sum álopskendur leikari, so hevur hann bitið seg fastan á høgra bakki hjá KÍ og hevur eisini spælt 9 A-landsdystir og 5 U21 landsdystir.

Í Djúpumýru leitaðu tankarnir aftur til 2. juni 2019, tá Patrik Johannesen skoraði tvey mál í yvirtíðini ímóti AB og sendi KÍ á meistarakós. Somuleiðis høvdu fleiri málið hjá Høgna Madsen 25. september 2010 á lofti, tá Høgni skoraði til 3-2 ímóti júst 2. liði hjá EB/Streymi og syrgdi fyri, at KÌ aftur kundi flyta upp í bestu deildina.

Málið hjá Jóannesi Kalsø Danielsen var hitt 13. í bestu deildini og kann vísa seg at fáa avgerandi týdning í oddastríðnum. Jóannes hevur eisini skotið 39 mál í næstbestu deildini.