Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Besta árið hjá 07 Vestur nakrantíð

07 Vestur setti met í Klaksvík.

Hóast 8 dystir eru eftir at leika í Betrideildini hjá monnum anno 2023, so er longu greitt, at talan er um besta árið nakrantíð hjá 07 Vestur. Tað gjørdist greitt, tá 07 Vestur í dag spældi javnleik ímóti KÍ í Klaksvík og sostatt longu hevur ognað sær 30 stig. Frammanundan var árið 2022 tað besta við 29 stigum. 26. september skal liðið eisini gera eina roynd at vinna seg í steypafinaluna ímóti HB í Havn. Fyrri dysturin endaði 1-1 á Dungasandi.

Felagslið í Vágum er ikki nakar nýggjur tanki, tí longu síðst í 1940-árunum royndu vágamenn seg við einum felagsliði, tá seinni heimsbardagi var av og menn aftur leitaðu sær til sjós (tó ikki í bestu deildini). Tað hevði eisini við sær, at meistaraliðið hjá SÍ anno 1947 ongantíð slapp at verja meistaraheitið.

Búskaparliga afturgongdin í byrjanini av 1990-árunum hevði sína ávirkan á ítróttarfeløgini. Nógv ungfólk fluttu av landinum, og hetta hevði við sær, at nógv ítróttarfeløg høvdu ilt við at manna lið. Miðvágs Bóltfelag var onki undantak hesum viðvíkjandi, og tí varð í 1993 undirskrivaður ein samstarvssáttmáli við SÍF um at leggja vaksnamannadeildirnar saman. Hetta samstarvið fekk heitið FS Vágar (Fótbóltssamtakið Vágar).

Hetta samstarv stóð so sína roynd í 1994 við góðum úrsliti. Jógvan Norðbúð varð settur sum venjari, og sum kunnugt flutti 2. deildarliðið upp í 1. deild og 3. deildarliðið flutti upp í 2. deild. SÍ var eisini við árini 1998-2002, men í 2004 steðgaði samstarvið millum MB og SÍF.

Tann 6. november 2007 varð so 07 Vestur stovnað sum felagslið hjá SÍF og SÍ. MB hevur hinvegin virkað sum sjálvstøðugt felag síðani á manssíðuni, meðan kvinnurnar í oynni nú hava lið undir felagsheitinum 07 Vestur.

Les eisini...  Skal stjórna Globe Tracker

Í 2021 yvirlivdi 07 Vestur fyrstu ferð í Betrideildini. Í 2022 endaði liðið á 29 stigum í landskappingini og var í hálvfinaluni í steypakappingini, har liðið eftir 2-2 javnleik á Dungasandi tapti 4-0 fyri KÍ í Klaksvík. 07 Vestur kann so aftur seta Vágar á fótbóltskortið 26. september í Havn.