Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

54.600 fólk búgva nú í Føroyum

Fólkatalið er vaksið við 609 fólkum seinasta árið

Tann 1. juli búðu 54.601 fólk í Føroyum.

Fólkatalið vaks við 609 fólkum seinasta árið, og tað svarar til ein vøkstur á 1,1 prosent, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeið, skrivar Hagstovan.

Síðan fólkavøksturin byrjaði fyri skjótt tíggju árum síðani, er fólkatalið vaksið við 6.500 fólkum ella 14 prosent.

Gongdin í fólkavøkstrinum hevur verið ymisk í økjunum kring landið, og ferðin á fólkavøkstrinum hevur verið ymisk frá ári til ár. Seinastu tíðina hevur fólkavøksturin verið lakari enn undanfarnu árini, og tað hómast aftur í myndini niðanfyri.

Størsti vøkstur í Eysturoy seinastu tíggju árini

Fólkatalið hevur í longri tíð verið javnt vaksandi, men stórur munur er á økjunum kring landið. Samanborið við 1. juli 2013, er fólkatalið vaksið í øllum økjum uttan Sandoyar- og Suðuroyar øki. Størsti vøksturin hevur verið í Suðurstreymoy og Eysturoy við 17-18 prosent, síðan í Vága-, Norðoya- og Norðstreymoyar øki við 7-12%.

So gott sum ongin broyting hevur verið í Sandoyar- og Suðuroyar øki. Prosentvísa gongdin síðan 2013 sæst í myndini niðanfyri.