Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóna skal orða nýggjan mentanarpolitikk í Tórshavnar kommunu

Jónu Kristin Thomsen skal greina nútíðar mentanarumhvørvið í Tórshavnar kommunu, dagføra verandi politikk og orða nýggjar møguleikar og avbjóðingar í umhvørvinum

Jóna Kristin Thomsen skal skriva ein nýggjan mentanarpolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Jóna er útbúgvin innan samfelagsplanlegging og verkætlanarleiðslu og hevur starvast við verkætlanum hjá m.ø. Tórshavnar kommunu, arkitektafyritøkuni Kontrast og Tórshavnar Kvøldskúla.

Mentanarpolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er yvir 20 ára gamal. Ein av uppgávunum hjá Jónu verður at greina nútíðar mentanarumhvørvið í kommununi, dagføra verandi politikk og orða nýggjar møguleikar og avbjóðingar í umhvørvinum.

Nýggi mentanarpolitikkurin verður avmarkaður soleiðis, at hann ikki umfatar skúla og ítrótt, sum verður viðgjørt fyri seg.

Jóna hevur tikið við starvinum frá 1. august at rokna, skrivar Tórshavnar kommuna.