Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool hevur fingið viðhald í kæruni um reytt kort

Alexis Mac Allister fekk reytt kort í dystinum ímóti Bournemouth, men nú verður leikbannið strikað og hann er væntandi við aftur ímóti Newcastle.

Tá ið 58 minuttir vóru leiktir í dystinum millum Liverpool og Bournemouth, fekk Alexis Mac Allister reytt kort av dómarinum Thomas Bramall. Dómarin meinti at miðvallarin hevði ov høgt bein og hevði stempla Ryan Christie. Tá ið VAR skuldi hyggja støðuna ígjøgnum, kundu teir ikki taka tað reyða kortið aftur, tá ið støðan ikki var ein “clear and obvious” feilur av dómarinum.

Liverpool sendi beinanvegin eina kæru inn til fótbóltssambandið og hendan kæran er nú viðgjørd av Independent Regulatory Commission, sum í dag eisini gav felagið viðhald í kæruni.

Tað merkir at Alexis Mac Allister verður tøkur í dystinum ímóti Newcastle, ið verður leiktur sunnudagin á St. James’ Park.

Liverpool vann dystin ímóti Bournemouth í vikuskiftinum, ímeðan Newcastle tapti á Manchester City. Liðini bæði kunnu roknast við at kappast í oddinum av Premier League, tí kann hesin dysturin hava sera stóran týdning.