Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað vanta 17 starvsfólk á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu

Foreldur í Tórshavnar kommunu, ið uppliva skert virksemi á dagstovnaøkinum, har teirra barn gongur, mugu brynja seg við toli nakrar vikur afturat

– Tað kann roknast við, at einstakar stovur mugu koyra við skerdum virksemi beint eftir summarsteðgin inn til størvini eru sett. Men arbeitt verður av øllum alvi at avmarka hetta sum mest.

Soleiðis skrivaði Barna- og Ungdómsdeildin hjá Tórshavnar kommunu í boðum til foreldur og avvarðandi á Foreldraglugganum hjá kommununi í byrjanini av juli mánað.

Deildin skrivaði tá, at sum heild sær tað gott út, og hava flestu dagstovnar og stovur fingið ella eru við at seta starvsfólk í leysu størvini, men á nøkrum stovnum restar tó enn nakað í at fáa sett nóg mikið av starvsfólkum eftir summarsteðgin, og tí kann roknast við, at virksemið verður skert nakað í summum dagstovnum.

Men nú, vit eru komin í seinnu helvt í august, eru tað enn stovnar í Tórshavnar kommunu, ið koyra við skerdum virksemi, og tað legst afturat við stovnum, sum kenna seg noyddar at lata aftur tíðliga á degnum ella bert hava opið annan hvønn dag, tí starvsfólk gevast á dagstovnaøkinum vegna byrjandi lestur ella onnur viðurskifti.

Hetta hevur fingið nøkur foreldur at ilskast inn á Tórshavnar kommunu, fyri ikki at gera nóg mikið at útvega starvsfólk til dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra í Tórshavnar kommunu, var í studio at tosa um afturvendandi trupulleikan á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu: