Fram var ávegis inn av makrelfeltinum í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, tá skipið fekk maskinstrupulleikar, og hevði brúk fyri hjálp at koma til lands.
Brimil kom til Fram mikumorgun 30/08, og byrjaði at sleipa ímóti landi.
Skipini komu á Fuglafjørð, har Fram skal landa, 31/08 klokkan 01:00.
Teinurin at sleipa var 210 fjórðingar, so her var talan um eitt av teimum longru sleipunum hjá Brimli.

(Mynd: Bjartur Tórhalsson/Vørn)