Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir sjúkir sjómenn fluttir til lands í gjár

Annar varð fluttur til lands við tyrlu, meðan Pressarin flutti hin mannin til lands

Í gjár bleiv ringt til MRCC í tveimum førum, tí sjómenn vóru illa fyri og høvdu brúk fyri at koma undir læknahond sum skjótast.

Klokkan 09 í gjáramorgunin fekk MRCC boð um, at ein sjúkur maður umborð einum grønlendskum nótabáti mátti undir læknahond sum skjótast. Báturin var staddur 250 sjómíl í ein landnyrðing úr Føroyum, og fekk hann boð um at sigla móti Føroyum.

Klokkan 10 fór tyrlan á flog vesturi í Vágum, har hon fyrst fór at bunkra fult í Klaksvík og fleyg síðan víðari norðureftir út til grønlendska bátin. Klokkan 16 lendi tyrlan í øllum góðum við Landssjúkrahúsið við sjúka manninum umborð, sum tá kundi koma undir læknahond.

Seint í gjárkvøldið fekk MRCC aftur eini boð, at ein sjómaður umborð á einum føroyskum skipi var illa fyri og hevði brúk fyri læknahjálp. Hetta var um 22.30-tíðina.

Skipið var statt eystanfyri og byrjaði at sigla til lands, meðan Pressarin sigldi út móti skipinum. Maðurin var fluttur í land við Pressaranum, og fór síðan á Landsjúkrahúsið til viðgerð.