Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Meinlíkir leikarar

Tann 1. juli 1976 vórðu tveir komandi hollendskir landsliðsleikarar føddir.

Tann 1. juli 1976 vórðu tveir komandi hollendskir landsliðsleikarar føddir – Patrick Kluivert í Amsterdam og Ruud van Nistelrooy í býnum Oss. Teir spældu eisini sama pláss og báðir vóru valdir av Pelé í mars 2004 til 100 teir bestu tálivandi leikarar.

Patrick Kluivert var fyrri til at gera um seg á altjóða fótbóltspallinum, tá ið hann sum 18 ára gamal spældi á besta liðnum hjá Ajax Amsterdam í 1994. Ajax vann UEFA Champions League tað árið og Kluivert avgjørdi finaluna í 85. minutti sum innskiftur leikari ímóti AC Milan. Hann skifti fyrst til júst Milan, men eftir bara eitt kappingarár skifti hann víðari til FC Barcelona, har hann spældi samanlagt 255 dystir og skoraði 120 mál.

Hinvegin byrjaði Ruud van Nistelrooy fótbóltslívsleiðina við hollendska 2. deildarfelagnum Den Bosch frá 1993-97. Hann spældi kappingarárið 1997-98 við Heerenveen í Eredivisie, áðrenn hann skifti til PSV Eindhoven, har hann skoraði 75 mál í 91 dystum frá 1998 til 2001 og vann tvey meistaraheiti á rað (2000 og 2001). Hann vann eisini persónligar heiðrar sum besti hollendski toppskjúttin í 1998-99 og 1999-2000, og varð somu kappingarár kosin ársins hollendski leikarin. Hann stóð seg eisini væl hjá Manchester United (2001-06) og Real Madrid (2006-2010).

Hóast teir umskaraðust á hollendska landsliðnum, har Kluivert spældi frá 1994 til 2004 og van Nistelrooy frá 1998 til 2008, so spældu teir ongantíð saman fyri Oranje í einum stórum endaspæli. Van Nistlerooy spældi ikki HM 1998 ella EM 2000, meðan Kluivert sat á bonkinum alt EM 2004 og ikki varð úttikin til HM 2006.