Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 sunnudagin: Landsdystarupptakt frá klokkan 15 – Beinleiðis frásøgn klokkan 17 Føroyar-Moldova

Sunnudagin á FM1: Klokkan 15 til klokkan 15.35 endurhoyra vit tað sum Heðin Askham og Rói Olsen søgdu á FM1 fríggjadagin um avrikini hjá A-landsliðnum og U21-landsliðnum farna hósdag, og vónirnar fyri komandi dystunum móti Moldova og Kroatia. Frá klokkan 15.35 hevur Petur Asbjørn Lervig beinleiðis samrøður frá Tórsvølli og í økinum kring Tórsvøll. Klokkan 16.50 tekur Trygvi Absalonsen yvir og fer at siga beinleiðis frá EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Moldova. Viðmerkjari verður Heðin Askham, fyrrverandi A- og U21-landsliðsvenjari.