Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta landskappingin byrjaði fyri 135 árum síðani

Hvussu byrjaði fyrsta landskappingin? Hvørji lið luttóku og hvør skoraði fyrsta málið?

Ídnaðarkollveltingin framdi fótbóltsspælið

Fleiri enskir skúlar høvdu fótbóltsspæl á skránni, men langa fjarstøðan millum býirnar gjørdi tað trupult at spæla ímóti hvørjum øðrum. Harumframt høvdu flestu skúlar sínar egnu reglar og tað gjørdi tað ikki lættari. Ídnaðarkollveltingin fekk tí ein týðandi leiklut í søguni hjá fótbóltinum. Ídnaðarkollveltingin byrjaði í Bretlandi í 18. øld, og hon var atvoldin til víðfevndar samfelagsbroytingar. Fólkatalið vaks munandi, fólk fluttu úr bygd í bý fyri at arbeiða í verksmiðjum, og broytingin í landbúnaðinum gjørdi, at teimum tørvaði ikki mat.

Ein onnur týdningarmikil fyritreyt fyri ídnaði var flutningur. Jarnnámini vóru ofta langt burtur frá kolanámunum, og tí mátti verða skipað fyri flutningi. Ull og bummull máttu eisini verða fluttar til verksmiðjurnar, og liðugvøra skuldi á marknaðin. Dampskipini og tokini løgdu lunnar undir skjótar og nýggjar flutningsmøguleikar.

Í 1880 vóru viðurskiftini í verksmiðjunum batnað. Arbeiðsdagurin var 10 tímar, og nýggjar lógir um trygd vóru komnar. Verkamannafeløg vóru komin, og feløgini høvdu vunnið limunum hægri løn og betri arbeiðsumstøður. Arbeiðstíðin var styttri, lønin hægri, og maturin og bústaðarviðurskiftini vóru betri. Seinnapart leygardag og sunnudag høvdu tey frí. Fleiri menn høvdu fingið áhuga fyri fótbólti. Á vøllinum stuttleikaðu teir sær óført, antin á sjálvum vøllinum ella sum áskoðarar. Tá ið dysturin var av, varð dúgliga prátað á nærmastu ølstovu um úrslitið.

Ótrygt inntøkugrundarlag

Feløgini høvdu kortini ilt við at svara hvørjum sítt, tí burtursæð frá FA Cuppini, so vóru bara nakrar økiskappingar og ongin skipað fótbóltskapping. Feløgini syrgdu fyri einum dysti í senn, men áskoðararnir vistu ikki, um dysturin varð spældu, hvar hann varð spældur og áskoðaratalið fall. Steypadystir vórðu ofta fluttir og vinadystir avlýstur við stuttum skotbrái.

Les eisini...  Håkan í tvey ár afturat

Brævið hjá William McGregor

Í 1885 mundi enska fótbóltssambandið farið í tvíningar. Eljustríð hevði tikið seg upp millum yrkis- og áhugafótbólt, og tí mátti kallast inn til eykaaðalfund. Feløgini sunnanfyri ynsktu at varðveita áhugafótbólt. Tað kom so vítt, at feløgini norðanfyri hóttu við at seta bretska fótbóltssambandið á stovn. Oddamaðurin og táverandi stýrislimurin hjá Aston Villa, skotin William McGregor, stuðlaði hugskotinum um yrkisfótbólt, men rendi seg eisini í ein trupulleika. Pengarnir gjørdu knappliga av, hvør spældi ímóti hvørjum. Tí sendi McGregor eitt skriv runt til onnur feløg, har hann mælti til at seta eina Landskapping á stovn. Tann 2. Mars 1888 sendi hann brøv til Blackburn Rovers, Bolton Wanderers, Preston North End og West Bromwich Albion.

Brævið hevði við sær, at ein fundur varð skipaður 23. mars 1888 beint fyri FA Cup finaluna á gistingarhúsinum Anderton í London. Navnið gjørdist The Football League heldur enn Association Football Union og næsti fundurin varð avtalaður at verða 17. apríl á Royal gistingarhúsinum í Manchester, tí feløgini sunnanfyri vístu als ongan áhuga.

Landskappingin varð stovnað

Eftir gjøllar kanningar varð komið fram til, at rúm var fyri 22 leikdøgum heima og úti, tí steypadystirnir áttu framíhjárættindi. Tískil varð ikki pláss fyri Halliwell, Nottingham Forest og (núverandi) Sheffield Wednesday.

Tá ið Landskappingin varð sett á stovn í 1888, vóru tað bara feløg frá mið- ella norðuronglandi, sum tóku lut. Accrington, Aston Villa, Blackburn Rovers, Bolton Wanderers, Burnley, Derby County, Everton, Notts County, Preston North End, Stoke (nú Stoke City), West Bromwich Albion og Wolverhampton Wanderers.

Les eisini...  Ebenezer: – Eg gevi ikki upp

Fyrsta leikumfar 8. september 1888

Hvørki Blackburn ella Notts County spældu byrjanardagin tann 8. september 1888, men hini 10 feløgini spældu. West Bromwich vann 2-0 og tá mál-lutfallið var avgerandi (skorað mál býtt við innlatin mál), so lógu teir á odda, hóast ongin stigatalva varð dagførd. Var málmunurin avgerandi sum í dag, so hevði Derby County ligið á odda.

Bolton vongur skoraði fyrsta málið

Leingi varð hildið, at verjuleikarin hjá Aston Villa, Gershon Cox, átti æruna av at hava skorað fyrsta málið ímóti Wolves, hóast tað var eitt sjálvmál og fyrsta reiðiliga málið mundi Fred Dewhurst frá Preston North End so eiga ímóti Burnley, men so einfalt var tað ikki.

Dystirnir byrjaðu ikki ísenn og dystirnir vórðu útsettir fyri at geva áskoðarunum møguleika at savnast til dystirnar. Enski landsliðsvongurin og Bolton-leikarin, Kenny Davenport, skoraði tá tveir minuttir vóru spældir ímóti Derby County og tað verður nú roknað sum fyrsta landskappingarmál nakrantíð.