Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Steffan Klein Poulsen vil tryggja lágmarksútgjald til barsil

Steffan Klein Poulsen fregnast eftir at vita, hvat tað hevði kostað at tryggja foreldrum eina lágmarksupphædd antin úr barsilsskipanini ella úr aðrari sosialari skipan

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, vil vita, hvat tað hevði kostað at tryggja eitt lágmarksútgjald í sambandi við barsil, antin umvegis barsilsskipanina ella umvegis eina aðra sosiala skipan, sum hevði kunnað ligið uttan fyri verandi barsilsskipanina.

Steffan Klein Poulsen hevur í hesum sambandi sett tveir fyrispurningar – annan til Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í Umhvørvismálum, og sum eisini varar av arbeiðsmarknaðarmálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum.

Í øðrum fyrispurninginum vil Steffan Klein Poulsen hava at vita, hvat tað hevði kostað at sett lágmarksútgjald í barsilsgrunninum til ávíkavist 5.000, 10.000 og 15.000 krónur, og hvussu nógv inngjaldið til barsilsgrunnin hevði skulað verið økt í prosentum fyri hvønn borgara, um hesar broytingarnar vórðu framdar.

Í hinum fyrispurninginum vil Steffan Klein Poulsen hava at vita, hvussu nógv tað hevði kostað landskassanum at sett í verk eina skipan utta nfyri barsilsgrunnin, ið tryggjaði eitt lágmarksútgjald í sambandi við barnsburð.

Í viðmerkingunum til fyrispurningarnar báðar sigur Steffan Klein Poulsen, at ein av høvuðsorsøkunum til fosturtøku er fíggjarligar umstøður hjá mammum og pápum, og at tað kundi tí verið skilagott at tryggjað øllum foreldrum eina lágmarksupphædd – antin úr barsilsgrunninum ella úr aðrari skipan.

Steffan Klein Poulsen sigur, at nógv hevur verið kjakast um, hvørt barsilsskipanin er órættvís, tí summir borgarar ikki fáa barsilspening.

Millum treytirnar fyri at fáa pening úr barsilsskipanini eru, at tú skalt fara úr arbeiði í barsil, og at tú seinasta árið hevur havt eina A-inntøku, ella B-inntøku, sum trygging er teknað fyri.

Eisini vísir Steffan Klein Poulsen á, at ov fá børn verða fødd í Vesturheiminum, og at eitt nú stjórnin í Ungarn hevur ætlanir um at strika inntøkuskattin hjá øllum kvinnum, sum hava føtt í minsta lagi fýra børn.

Les eisini...  Malan Petersen sett sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

-Ein lágmarksupphædd í barsilsskipanini lla aðrari sosialari skipan kundi verið eitt líknandi átak at bøtt um hendan trupulleikan, sum eisini ger seg galdandi í Føroyum, sigur Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin.