Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Doyði av hjartatilburði undir landsdysti

Tað stóð ikki skrivað í stjørnunum, at hann skuldi fáa eina líkinda fótbóltslívsleið og heldur ikki, at hann skuldi gerast ein av fremstu felagsstjórum, sum nakrantíð hevur virkað í fótbóltsheiminum.

Protestantur av uppruna

Jock Stein varð føddur 5. oktober 1922. Ungi protestanturin arbeiddi í kolanámi og spældi fótbólt í frítíðini undir seinna heimsbardaga. Hansara fyrsti møguleiki at gerast yrkisleikari kom í 1950, tá fyrrverandi Albion Rovers liðfelagin, Dougie Wallace, lokkaði hann til Llanelli Town fyri £12 um vikuna. Framsøkna valisiska áhugafelagið og uttan-deildarfelagið, Llanelli, hevði stórar ætlanir og keypti fleiri skotskar yrkisleikararar. Llanelli søkti valisisku landskappingina um upptøku, men fekk noktandi svar og ætlanin fór fyri skeytið. Allir uttan tveir skotskir yrkisleikarar rýmdu, harímillum eisini Jock Stein.

Endaði í Celtic av tilvild

Um jóltíðir í 1951 lagaði lagnan tað soleiðis, at katólska stórfelagið Celtic hevði tørv á einum royndum leikara at stýra eykaliðnum. Venjarin, Jimmy Gribben, viðmælti Jock Stein og Celtic keypti hann fyri £1.200. Onki hóvasták varð gjørt burturúr, hóast ein protestantur skifti til katólskt felag allarhelst tí, at 29 ára gamli Jock Stein ikki var nakað stórt fótbóltsnavn í skotskum fótbólti. Tað broyttist skjótt. Í 1952 varð hann valdur til varaliðskipara og tá liðskiparin, Sean Fallon, stutt eftir breyt armin, so var Jock Stein brádliga liðskipari hjá Celtic.

Átrúnaðurin ein forðing

Í 1957 gavst Jock Stein at spæla og gjørdist venjari hjá eykaliðnum. Hann fekk eisini at vita, at hann sum protestantur neyvan fór at fáa møguleikan sum felagsstjóri hjá besta liðnum. Hann tók tískil við hjá Dunfirmline og vann skotsku steypafinaluna í 1961 ímóti júst Celtic. Boð vóru eftir honum frá Newcastle United og Hibernian, men hann takkaði nei til bæði. Í mars 1964 takkaði hann kortini ja til Hibernian. Jock Stein var sostatt felagsstjóri hjá Hiberninan, sum í oktober 1964 vann 2-0 á Real Madrid í einum venjingardysti og Wolves lá framvið, men aftur takkaði Stein nei.

Les eisini...  Tvær ferðir 100 á somu dagfesting

Til Celtic kortini

Í staðin varð kunngjørt, at hann skuldi aftur til Celtic, sum saman við Glasgow Rangers hevði eitt sera skuffandi kappingarár, tí bæði liðini endaðu uttan fyri fýra tey bestu og Kilmarnock reyk avstað við meistaraheitinum. Um somu tíð virkaði hann hálva tíð sum skotskur landsliðsvenjari, men úrslitini vóru misjøvn og liðið vann seg ikki til HM-endaspælið 1966 í Onglandi.

Fimmfaldur vinnari

Tann 29. apríl 1967 vann Celtic á Aberdeen í skotsku steypafinaluni og kundi seinni telja uppí heili fimm steyp, tá kappingarárið endaði.

Celtic legði út sum eitt óløgi í kappingini, tá teir vunnu 4-0 á Arbroath í 1. umfari og 7-0 á Elgin City í 2. umfari. Queen’s Park gav góða mótstøðu í 3-5 tapinum, meðan Clyde megnaði ein 0-0 javnleik í hálvfinaluni, áðrenn teir máttu lúta 0-2 fyri Celtic í umdystinum.

Finalan varð leikt á Hampden Park í Glasgow framman fyri 126.000 fjepparum. Skotland var væl umboðað, tí einasti ikki-skotin var danski miðvallarleikarin hjá Aberdeen, Jens Petersen. Báðir felagsstjórarnir vóru enntá skotar, Jock Stein hjá Celtic og Eddie Turnbull hjá Aberdeen. Celtic vann dystin 2-0 og áleyparin Willie Wallace skoraði bæði málini.

Undan dystinum hevði Celtic longu vunnið Glasgow Cuppina og skotsku League Cuppina, og vann seinni meistaraheitið. Kortini minnast flest øll kappingarárið fyri 2-1 sigurin á Inter Milan í Europa Cuppini fyri meistaralið í Lissabon. Lissabon leyvurnar, sum teir vórðu kallaðir, vóru allir allir føddir innan fyri ein radius á 50 km frá Glasgow. Celtic gjørdist sostatt fimmfaldur vinnari í sama kappingarári.

10 ferðir vann hann meistaraheitið við Celtic – níggju ferðir á rað frá 1966-1974 umframt fleiri onnur steyp.

Les eisini...  Ókeypis konsert á Eiði við Kristiani Blak

Hjartatilburð undir landsdysti

Jock Stein tók við sum skotskur landsliðsvenjari á øðrum sinni í 1978 og nú gekk væl betri. Liðið vann seg fyri 4. ferð á rað til HM-endaspæl í 1986, men undir skakandi umstøðum. Liðið skuldi hava eitt stig í seinasta undankappingardystinum tann 10. september 1985 fyri at kunna spæla frásáldingardystir ímóti Australia. Wales førdi 1-0, tá níggju minuttir vóru eftir at spæla, men Skotland varð tillutað eitt brotsspark, sum Davie Cooper róliga skoraði uppá. Javnleikurin hevði við sær, at Skotland vann seg víðari, men nógv hevur staðið á, tí meðan leikarar og fjepparar fegnaðust, so fekk Jock Stein ein hjartatilburð og hann doyði stutt eftir; bara 62 ára gamalur. Hann stríddist við vætufylling í lungunum, men steðgaði at taka heilivág undan dystinum, so hann ikki varð órógvaður av hjáárini, men tað toldi hjartað ikki.

Hjálparvenjarin, navnframi Alex Ferguson, tók við og Skotland vann seg til HM-endaspælið árið eftir eftir 2-0 í tveimum dystum ímóti Australia. Undir leiðslu av Alex Ferguson fekk Skotland eitt stig í einum javnleiki ímóti Uruguay, men tapti fyri bæði Danmark og Vesturtýsklandi undir endaspælinum.

Skotland syrgdi framvegis brádliga deyðan hjá skotska stórmenninum Jock Stein.