Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Næmingar á Glasi burturvístir – foreldrini mótmæla

Næmingarnir eru burturvístir vegna brot á skilhaldsreglurnar. Hetta finna foreldrini hjá næmingunum seg ikki í

Rektarin á Glasi, Una Joensen, hevur nýliga burturvíst fleiri næmingar á skúlanum, fyri brot á skilhaldsreglurnar. Hetta hevur nú skapt øsing millum foreldrini, ið halda tað verða skilaleyst, at tveita nakrar næmingar á dyr, fyri nakað, har fleiri onnur eru uppíblandað.

Rektarin á Glasi er undir trýsti
Foreldrini hjá teimum burturvístu næmingunum eru als ikki nøgd við avgerðina. Tey halda hesar burturvísingarnar vera tunnar – og í summum førum, heilt ógrundaðar.

Foreldrini hótta nú rektaran á skúlanum, at broytir rektarin ikki avgerðirnar, fara tey víðari við málinum. Hvørt kæran er latin viðkomandi myndugleika, er enn óvist.

“Straffbarlistin”
Okkara kelda sigur okkum, at talan er um tað, ið næmingarnir kalla fyri straffbarlistar. Hetta gongur út uppá, at næmingarnir, ið ganga á seinasta ári í útbúgvingini, gera ein lista við sitatum og viðmerkingum um aðrar næmingar. Dreingir skriva um gentur og gentur um dreingir.

Tað tykist at vera harmleyst, inntil ein lesur hvat stendur á listanum. Tað verður valt útfrá, hvørjir dreingirnir meta er lekkrast av gentunum og hvørjir lærarar eru lekkrast. So verður skriva okkurt um viðkomandi, typiskt okkurt sum viðkomandi hevur sagt ella gjørt, sigur okkara kelda í málinum.

Listarnir, har navngivnir næmingar verða lýstir, eru millum annað hesir: Flokkar, pør, avlop, starvsfólk, HF, Yrkisnám, lærarar og “Best of the Rest”.

Listarnir kastaðir av sættu hædd
Keldan hjá okkum upplýsir, at hesi pappír við listunum á, vórðu kastaðir niður frá ovastu hædd. Teir næmingarnir, ið eru burturvístir, eru teir, sum kastaðu hesi pappírini.

Foreldrini halda tað vera púra burturvið og skilaleyst, tá talan er um so nógvar aðrar næmingar, ið eru uppíblandaðir í málið.

Les eisini...  Journalistikkur um abort undir sjóneyka

– Tað kann ikki passa, at teir næmingar, ið tilvildarliga síggja út til at kasta við pappírum, skulu sektast fyri hetta. Rektarin kann ikki bara velja sær nakrar næmingar, ið hon heldur seg hava kastað við pappírum, sigur ein onnur kelda við okkum.

– Tað er ikki talan um 40 næmingar
Una Joensen, rektari á Glasir, vísir aftur søgunum um, at talan er um heili 40 næmingar, ið sambært leysasøgunum eru blakaðir til hús.

– Tað eru ikki 40 næmingar á Glasi, sum eru burturvístir, er einasta viðmerking frá rektaranum á Glasi, ið vit hava megnað at fingið í kvøld.

Enn er óvist, hvussu langt hetta málið er komið.

Vit á FM1 fylgja gongdini.

Les eisini: – Ábyrgdarleyst at burturvísa so nógvar næmingar uttan prógv