Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanna Jensen hevur tikið sæti aftur á tingi

– Støða og lutur mín eru tey, at eg kenni meg kallaða at fara aftur á ting í eitt longri tíðarbil, enn eg fyrst helt vera tað rætta, sigur Hanna Jensen

Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, hevur tikið sæti aftur á tingi.

– Eg havi viðgjørt støðuna aftur og aftur hesar seinastu mánaðirnar – bæði sjálv og saman við mínum nærmastu, saman við vinum og góðum ráðgevum. Og luturin gjørdist tann, at eg formliga tók sæti á løgtingi aftur í gjár, 13. September, og fari í eitt longri farloyvi frá mínum starvi fyri at røkja tingsessin, sum mær lutaðist tann 22. desember í 2022, skrivar Hanna Jensen í einum uppslagi á Facebook.

Hon sigur víðari, at tað er ikki ein løtt støða fyri hana, tí hon sær tað, at arbeiða á Miðnámi á Kambsdali sum hennara lívsstarv. Tað er hennara hjartamál, sigur hon.  

– Men umstøðurnar hava elvt til, at eg kenni tað sum mína skyldu at vera í løgtinginum nú. Eg má drýpa høvur og gera orð Tróndar í Gøtu til míni egnu: “Sjái Guð Hluta minn”.

– Í allarstørstu virðing fyri mínum arbeiðsplássi, fyri starvsfeløgum, næmingum, fyri mínum veljarum, mínum floksfeløgum og fyri løgtinginum og mínum kæra móðurlandi ynski eg okkum øllum blíðan byr, hvør á síni kós, skrivar Hanna Jensen á sínum Facebook-vanga.

Hanna Jensen boðaði annars frá í summar, at hon fór úr landspolitikki, tí hon tók við aftur starvinum sum rektari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali 1. august, og hetta kravdi, sambært henni, at hon fór úr Løgtinginum.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, váttaði í summar, at Hanna Jensen aftur skuldi vera rektari.

Tað var tó ikki neyðugt hjá Hannu Jensen at velja millum rektarastarvið og tingsessin, soleiðis sum Hanna Jensen og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn høvdu borið fram.

Les eisini...  Løgtingið avgreiðir seinastu málini í dag og fríggjadagin

Sambært aðalstjóranum noyddist Hanna Jensen ikki at velja millum tingsessin og rektarastarvið, men hevur rætt til farloyvi, meðan hon røkir tingsessin.

Og tá Løgtingið kom saman aftur fyrst í august var Hanna Jensen millum tingfólkini, og tað fer hon so nú at halda fram við.