Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gandakallur hjá Arsenal og skotska landsliðnum

Hann var millum Skotsku Gandakallarnir á Wembley í 1928 og hann setti Arsenal á fótbóltskortið.

Tann 14. september 1901 varð úrmælingurin hjá Arsenal, Alex James, føddur í Lanarksihre í Skotlandi. Á lærda háskúlanum í Bellshill kom hann at kenna navnframa Hughie Gallacher, sum seinni gjørdist miðframherji hjá eitt nú Newcastle, Chelsea og skotska landsliðnum. Báðir vóru lágvaksnir, men báðir settu sín dám á enskan fótbólt í millumkrígstíðini og báðir doyðu lutfalsliga ungir. Teir fingu 6 landsdystir saman og vunnu allar. Sum ein djúptliggjandi spælskipari stjórnaði Alex James the Gunners til fyrsta stóra steypið.

Alex James byrjaði fótbóltslívsleiðina sum innari vongur hjá Raith Rovers í 1922, har hann spældi 98 landskappingardystir, áðrenn hann skifti til Preston North End í 1925. Tey fýra kappingarárini á Deepdale skoraði hann 53 mál í 147 landskappingardystum.

Skotsku Gandakallarnir á Wembley

Ongland hevði bara vunnið eina ferð á Skotlandi í 1920-árunum, áðrenn landsliðini møttust 31. mars 1928 á Wembley. Bæði landsliðini høvdu staðið seg illa, nú skuldu tey dystast fyri at sleppa undan aftasta plássi í British Home Hampionship 1927-28 og undan dystinum høvdu enska og skotska landskappingin spælt ímóti hvør øðrum. Enska landskappingin vann 6-2.

Týsdagin eftir dystaðust heima-skotarnir ímóti ensku-skotunum. Úrslitið gjørdist 1-1, sum førdi til fleiri broytingar á skotska landsliðnum. Lyklaleikarar sum Davie Meiklejohn, Jimmy McGrory, Bob McPhail og Willie McStay vórðu settir tilsíðis. Við átta leikarum vórðu ensku-skotarnir valdir framum. Millum teirra vóru Jimmy Nelson og hálvbakkurin frá Bury, Tom Bradshaw, sum skuldi spæla fyrsta landsdyst yvir fyri 21 ára gamla, málsøkna álopsleikaranum hjá Everton, Dixie Dean, sum nærkaðist metinum á 60 landskappingarmál. Hughie Gallacher frá Newcastle United, sum ikki hevði spælt í tveir mánaðir orsakað av, at hann hevði skumpað ein dómari inn í brúsubaðið, skuldi stjórna skotska álopinum. Við sínum 1,70 m var Alex Jackson hægstur í álopsketini, sum varð mannað av áðurnevnda Jackson, James Dunn, Gallacher, Alex James og Alan Morton. Skotsku fjølmiðlarnir vóru ikki hugtiknir av skotsku úttøkuni, og skýrdu skotska landsliðið sum “minni gott”, tí enska landsliðið var bæði evnaríkari og sterkari.

Les eisini...  Teir vórðu ikki tiknir

Ongland og Dixie Dean fingu ikki eitt bein til jørðina, tí skotska álopsketan var flúgvandi og Skotland vann 5-1. Kortini spældi Tom Bradshaw ongantíð aftur á skotska landsliðnum og Jimmy Nelson fekk bara 1 dyst afturat ímóti Fraklandi.

Gandakallur hjá Arsenal

Preston noktaði honum at luttaka í landsdystum fyri Skotland og ósemja um lønina førdi við sær, at hann skifti til Arsenal í 1929 fyri eina keypsupphædd áljóðandi £8.750. Hóast Arsenal líka sum Preston mátti halda seg til lønarloftið á £8 um vikuna, so syrgdu teir fyri, at hann fekk eitt starv á einari sølugoymslu sum “ítróttasýnisfólk” afturat lønini á £250 um árið. Hann lønti felagnum aftur við at hjálpa tí at vinna FA Cuppina í 1930, har hann skoraði fyrsta málið í einum 2-0 sigri á Huddersfield Town í finaluni.

FA Cup finalan í 1930 millum Arsenal og Huddersfield

Arsenal hevði verið í finaluni í 1927, men tapti fyri Cardiff. Nú skuldu teir møta fyrrverandi liðnum hjá Herbert Chapman, sum hevði ført Huddersfield heilt fram í oddin í enskum fótbólti.

Á taktikkfundinum undan dystinum hevði Alex James sagt við liðfelagan hjá sær, Cliff Bastin, at fekk Arsenal eitt fríspark á hálvuni hjá Huddersfield, so skundaði James sær at taka frísparkið til Bastin, sum skuldi spæla aftur beinanvegin og so skuldi James skjóta upp á mál. Í 16. minutti kom møguleikin. Júst sum avtalað knallaði James til og skoraði til 1-0. Huddersfield leikararnir mótmæltu harðliga, men dómarin dømdi mál.

Tað, at Alex James og Cliff Bastin soleiðis hugsaðu skjótt, sóu nakað, sum ongin annar sær og gjørdu skjótt av, er ein av hornasteinunum í fótbólti. Tað er tá, at tað vakra spælið kemur til sjóndar. Alex James legði eisini upp til málið til 2-0 og sostatt vann Arsenal sítt allarfyrsta steyp. Sigurin legði grundarlagið fyri sigursrøðina hjá Arsenal í 1930-unum.

Les eisini...  Arsenal vinna týdningarmiklan sigur á St. James Park

Stjørnuleikari sum spælskipari hjá Arsenal

Allar leikskipanir standa ella falla við teimum monnunum, sum útinna tær. W-M leikskipanin hjá Arsenal sigraði, tí Herbert Chapman hevði serstakar gávur til at finna røttu leikararnir til at fylla teir leiklutirnar, sum hann hevði sett saman. Á vøllinum fekk hann bestu úrslitini við at síggja burtur frá 1-2-3-5 leikskipanini, sum øll brúktu, fyri at brúka sín egna eyðkenda WM taktikk. Hetta var fyrstu ferð, at ein felagsstjóri veruliga broytti ætlanina fyri at fáa sum mest burtur úr dygdunum hjá hvørjum einstøkum leikara hjá sær. Og tað gjørdist ein leikskipan, sum gav varandi góð úrslit.

Nógvir fótbóltsserfrøðingar stemplaðu tað fyri eitt stig aftur eftir hæli fyri eina meira verjukenda tilgongd. Tvørturímóti, so var tað ein áskoðan, sum legði høvuðsdentin á javnvág, sum kom at mynda framtíðina hjá tí vakra spælinum. Arsenal kom at vera eitt fullkomið dømi um tað við at flyta Alex James frá innara framherja til ein djúptliggjandi playmakara. Harafturat skoraðu the Gunners fleiri enn 115 mál tær ferðirnar, tá teir vunnu meistaraheitið.

Lykilin til væleydnaða álopsspælið hjá Arsenal vóru spælskipara evnini hjá øðrum av teimum afturtrektu innaruvongunum, skotanum Alex James. Sjálvur skoraði James bara 26 mál í 231 dystum, men uppleggini vóru rættiliga nógv í tali. Við einum Alex James í hopla, skoraði Arsenal væl yvir hundrað mál fyri hvørt kappingarárið (127 mál í ’1930-31, 118 mál í 1932-33 og 115 mál í 1934-35) umframt, at Alex James skeyt fyrra málið í 2-0 sigrinum á Huddersfield í FA Cup’ini í 1930.

James hevði ein skaða við sær frá Preston North End, tá Chapman keypti hann í august 1929 og Arsenal skoraði “bara” 78 mál. Tey kappingarárini, har Alex James var darvaður av skaðum, tá skoraði Arsenal millum 75 og 90 mál í landskappingini (90 mál í ’32, 75 mál í ’34 og 78 mál í ’36).

Les eisini...  Eyðun Johannessen til minnis

Á Highbury blómaði James sum høvuðs-spælskipari og spældi ein týðandi leiklut, tá felagið vann fyrsta meistaraheitið í 1930-31. Felagið vann eisini meistaraheiti í 1933, 1934 og 1935 og Arsenal var besta liðið í tíðarskeiðnum. Teir vunnu FA Cuppina aftur í 1936 og fýra Charity Shield, áðrenn James gavst at spæla í 1937.

Doyði av krabbameini

Eftir hertænastu undir seinna heimsbardaga vendi hann aftur til Arsenal sum ungdómsvenjari í 1949. Hann doyði í 1953 av krabbameini bert 51 ára gamalur. Fýra ár seinni tók vinmaðurin, Hughie Gallacher, sítt egna lív.