Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrstu nøvnini til KRISTFEST 2024 kunngjørd

13. apríl 2024 verður tónleikafestivalurin KRISTFEST aftur í Nesvík

13. apríl 2024 verður tónleikafestivalurin KRISTFEST aftur í Nesvík, og fyrstu nøvnini verða kunngjørd í næstum.

Millum fyrstu nøvnini eru útlendsk nøvn, nýggj føroysk nøvn og nøvn, sum hava verið á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár. Og við hesum eru vit fegin um at kunna kunngerða, at Katrin á Borg trínur á pall á í Nesvík 2024.

Katrin á Borg er singer/songwriter, og við sínari vøkru og kraftmiklu rødd syngur Katrin á Borg sangir, sum hon sjáv hevur skrivar bæði orð og løg til.

Í 2016 gav Katrin sítt fyrsta staklag út, men hennara tónleikaraleið byrjaði langt áðrenn hetta. Katrin hevur sungið heilt frá barnaárum, fyrst í barnakóri, í kirkjuni, í ymiskum bólkum og so hevur hon eisini staði fyri ungdómskóri, alt hetta áðrenn hon í 2006 fór til Noregs og tók bachelor i utøvende musikk á Høgskolen i Staffeldtsgate.

Katrin hevur útgivið eina ep og fleiri stakløg. Hennara stílur er pop, soul, jazz og gospel.

Kristfest hevur fingið nýggja heimasíðu. Meira kann lesast um festivalin á kristfest.fo.