Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigfríður hevur hjartasuff um eitt bíligt brotsspark og um pakkaðu dystarskránna

Hoyr samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi í Triðja Hálvleiki við høvuðsvenjararnar hjá B68 og EB/Streymi, Jákup á Borg og Sigfríður S. Clementsen um dystin B68-EB/Streymur 2-2 (1-2). Jákup sigur seg kunnu liva við javnleikinum nú hann bleiv bjargaður so seint í dystinum, men hann er leikliga ikki nøgdur við avrikið hjá B68 í dag. Sigfríður harmast, at B68 fekk tað hann metir vera eitt sera bíligt brotsspark, ið teir javna til 2-2 uppá. Sigfríður bar eisini hjartasuff um pakkaðu dystarskránna hjá EB/Streymi, og slær fast, at okkurt má gerast so lið ikki koma í hesa støðuna aftur, tá onnur lið vinna seg langt í Evropa.