Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvørki Tórður ella Teitur eru nøgdir við javnleik 3-3

Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen og viðmerkjaran, Jóan Paula Jacobsen siga frá teimum seks málunum, ið vóru skotin í dystinum HB-B68 3-3 (2-2). Hoyr Jóan Paula taka samanum dystin, ið hann avgjørt heldur vera eitt betur úrslit fyri B68 enn fyri HB. Hoyr samrøðurnar Óli gjørdi við báðar málverjarnar, ávikavist Tórður Thomsen hjá B68 og Teitur Matras Gestsson hjá HB, ið hvørgin er nøgdur við javnleik 3-3. Bæði HB og B68 fóru eftir sigrinum.

Myndir: Óli G. Samuelsen