Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ákæra reist móti løgreglumanni sum misnýtti embætið

Løgreglumaðurin noktar seg sekan

Ríkisákærin hevur nú reist eina ákæru móti einum føroyskum politisti, sum misbrúkti sítt embætið at koma í samband við kvinnur, eftir at Den Uafhængige Politiklagemyndighed fekk málið um hendi seinast í desember í fjør.

Løgreglumaðurin nýtti løgreglumál sum umbering fyri at hittast við í minsta lagi tvær ungar kvinnur, har løgreglumaðurin misbrúkti sína støðu sum løgreglumaður upp á tað grovasta at koma í samband við ungar gentur í tí sivila.

Tað var Dimmalætting, sum í fjør var við til at avdúka hetta málið, har miðilin hevði fingið innlit í samskiftið millum løgreglumannin og tær báðar ungu genturnar, har hann brúkti eitt mál í náttarlívinum í Havn sum umbering fyri at koma í samband við genturnar, sum hann vildi avhoyra.

Harumframt hevði miðilin eisini tosað við aðra gentuna, sum hitti løgreglumannin á einum skeinkistaði í Havn tann 6. desember í fjør, har løgreglumaðurin eisini hevði fysiskt samband við gentuna, áðrenn hon slapp sær til rýmingar.

Hittust á skeinkistaði í Havn
Gentan greiddi fyri Dimmalætting, at løgreglumaðurin møtti upp á skeinkistaðnum í Havn í sivilklæðum og við sivilbili, men at hann hevði løgreglumerkið við í lummanum.

Løgreglumaðurin helt fyri, at nógvur gangur var á skeinkistaðnum, og hann skeyt tí upp, at tey fóru heim til hansara at práta, ella at tey koyrdu ein biltúr.

Gentan metti hinvegin, at tað mátti vera nokk at fara í eitt annað rúm.

Løgreglumaðurin legði út við at spyrja um eina hending, ið var farin fram í náttarlívinum farna leygarkvøld, men gentan vísir á, at samrøðan fekk heilt skjótt eina aðra vend.

Les eisini...  Prime kann nú keypast í Føroyum

Løgreglumaðurin vildi millum annað vita, um gentan var støk, hvar hon búði og hvat hon fekst við. Gentan greiðir frá, at hon gjørdist eitt sindur illa við av hesum, og hon tí vildi vita, hvat hetta hevði við málið at gera.

Svarið hjá løgreglumanninum var sambært gentuni, at hann royndi bara at konversera fyri at fáa ein lættari stemning.

Sambært gentuni viðmerkti løgreglumaðurin eisini, at tað kanska ikki var neyðugt hjá henni at fortelja honum, hvar hon búði, tí hetta kundi hann altíð sláa upp á løgreglustøðini. Løgreglumaðurin nýtti eisini høvið at greiða frá um seg sjálvan.

Kíndi um lærið
Løgreglumaðurin hevði eftir øllum at døma eisini aðrar tankar um, hvussu stemningurin kundi gerast lættari, tí so hvørt sum samrøðan fór fram, byrjaði hann at kína gentuni um lærið.

Eisini snoddaði løgreglumaðurin til hárið hjá gentuni og royndi at mýkja hendur hennara.

Løgreglumaðurin gjørdi viðmerkingar um kropp og tatoveringar hennara, ið hann segði seg hava sæð í einari venjingarmiðstøð, og hann lat hana vita, at hann kundi tosað við hana í fleiri tímar, um tað var, og at hon var ”farlig”.

Gentan greidd frá fyri Dimmalætting, at hon helt hetta vera ”klamt”, og so hvørt sum samrøðan gjørdist løgnari og meira ópassandi, royndi hon at vísa frá sær hansara fjepparí, millum annað við at taka hendurnar hjá honum av lærinum og greiða honum frá, at honum noyddist ikki at hava hendur hennara í egnum hondum.

Slapp sær til rýmingar
Gentan greiddi frá fyri Dimmalætting, at hetta helt fram í samfullar tveir tímar, og at hon sá sær bara ein møguleika at sleppa burtur úr støðuni við at siga, at klokkan var nógv, og at hon tí mátti fara heim.

Les eisini...  Vitjan í skúlanum í Leirvík

Løgreglumaðurin bjóðaði sær at koyra hana til hús, soleiðis at tey kundu práta eina løtu aftrat.

Gentan greiddi frá, at hon hevði bil við sjálv, men at hon ikki var álvulig við at koyra heim einsamøll, meðan politimaðurin var har, og at hon tí fekk ein vinmann at koma eftir sær.

Gentan fór tí útum at bíða eftir vinmanninum, og løgreglumaðurin setti seg í sín egna bil.

Hann var kortini skjótur at bakka bilin aftur til hennara og fortaldi henni, at hann ætlaði sær at bíða har, til vinmaðurin var komin.

Gentan greiddi frá, at tíbetur var vinmaðurin skjótur, og at hon slapp sær upp í bilin hjá honum.

Gentan og vinmaðurin koyrdu síðani runt í Havnini eina góðu løtu fyri at tryggja sær, at løgreglumaðurin ikki koyrdi aftaná.

Kærdi løgreglumannin
Dagin eftir – tann 7. desember – fór gentan á løgreglustøðina at lata inn eina klagu um løgreglumannin. Meðan gentan var á løgreglustøðini, fekk hon eini boð frá løgreglumanninum, har hann spurdi, um tey skulu fara á venjingarmiðstøð saman.

Boðini vórðu umgangandi víst fyri løgreglufólkinum, ið tók ímóti klaguni.

Dimmalætting skrivar í desember í fjør, at løgreglumaðurin hevur eisini hitst við hinari gentuni, ið hann hevði havt samskifti við á Facebook.

Sambært ákæruritinum varð ein triðja kvinna eisini kontakta gjøgnum Facebook, har løgreglumaðurin heitti á hana um at seta seg í samband við seg. Hon setti seg – sambært ákæruritinum – ikki í samband við løgreglumannin, men ákærumyndugleikin heldur kortini, at talan er eisini um embætisbrot í hesum førinum.

Les eisini...  Seyður leyp út á vegin – maður datt av motorsúkklu

Málið kemur fyri í Føroya rætti, har ákærumyndugleikin fer at krevja fongsulsrevsing.

Maðurin noktar seg sekan.

Til ber at lesa greinarnar um málið her, sum Steinar Patursson hevur skrivað:

https://www.dimma.fo/blad/2022-048

https://www.dimma.fo/blad/2022-047