Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigfríður kann liva við javnleikinum – Tað kann Aleksandar ikki

Hoyr frásøgumannin, Rúna á Reynatrøð og viðmerkjaran, Ólavur Larsen taka samanum dystin ÍF-EB/Streymur 0-0. Ólavur heldur talan var um ein út av lagi vánaligan dyst, ið ÍF burdi vunnið, men ikki tók av, har teir m.a. brendu brotsspark. Hoyr eisini samrøðurnar Rúni gjørdi við høvuðsvenjararnar, Alaksandar Jovevic hjá ÍF og Sigfríð S. Clementsen hjá EB/Streymi. Og samrøðuna Rúni gjørdi við Mikkjal Hellisá hjá EB/Streymur, ið hevði ein snudd og var tí spardur í dag. Mikkjal verður tó klárur til seinnu hálvfinaluna móti B68 á Svangaskarði á Toftum komandi mikukvøld klokkan 18. Alaksandar kann als ikki liva við javnleikinum. Tað kunnu Sigfríður og Mikkjal hinvegin nú tað er matematiskt staðfest, at EB/Streymur verður at finna í Betrideildini komandi kappingarár.

Myndir: Rúni á Reynatrøð