Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leita eftir vitnum eftir tveir harðskapstilburðir

Annar tilburðurin var í Essabarr og hin var uttanfyri Bitan í Steinatúni

Tað vóru nógv fólk í býnum í vikuskiftinum, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá. Men hóast nógv fólk í býnum, so var tað friðarligt.

Tó so, so hava tveir harðskapstilburðir verið í býarlívinum í Havn um vikuskiftið, sum løgreglan gjarna vil hoyra meira um frá fólki, um tað hava sæð okkurt.

Fyrri tilburðurin var úti á terassuni í Essabarr um trý-tíðina leygarnáttina, har nakrir mans vóru ósamdir um eitthvørt. Tann eini maðurin verður sligin, og fekk nakað av skaða í andlitið, so hann varð noyddur at fara ein túr á Landssjúkrahúsið at verða lappaður saman aftur.

Seinni tilburðurin hendir uttanfyri Bitan í Steinatúni sunnunáttina, har ein maður fekk eitt glas ella eina fløsku í andlitið, soleiðis at hann fekk skaða á tanngarðin. Illstøða tók seg upp á vegnum millum Glitnir og Sirkus, og tað helt fram gjøgnum býin, og so til hendingina uttanfyri Bitan.

Løgreglan metir hetta vera grovan harðskap, og vil tí gjarna hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt til hendan tilburðin og eisini til hin tilburðin í Essabarr.