Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hátíðarhald við minnisvarðan Móðurmálið

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald við minnisvarðan Móðurmálið, sum stendur við Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið á J.C. Svabosgøtu í Havn

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald við minnisvarðan Móðurmálið, sum stendur við Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið á J.C. Svabosgøtu í Havn. Minnisvarðin er reinsaður, so hann stendur nærum eins nýggjur sum fyri 75 árum síðani, tá hann varð avdúkaður.

Tórshavnar Manskór undir leiðslu av Jógvani Thomsen setti dám á hátíðarhaldið og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, helt røðu.

Í røðu síni kom landsstýriskvinnan inn á stóra týdningin, ið móðurmálið hevur fyri okkum sum fólk og tjóð.

Eins og til avdúkanina fyri 75 árum síðani, varð tjóðsangiurin sungin.

Síðani varð boðið til kaffi á Landsbókasavninum, har áhugaverd framsýning var við myndum frá hátíðarhaldinum fyri 75 árum síðani og øðrum áhugaverdum tilfari.

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið