Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Magnus avloysir Hørð

Håkan Ericson hevur úttikið Magnus Egilsson úr B36 til landsdystin móti Kekkia. Magnus avloysir Hørð Askham, ið er leikbannaður

Tíðliga í seinna hálvleiki í dystinum móti Póllandi hóskvøldið, varð Hørður Askham vístur av vølli.

Hørður var í hornatøkum við ein póllending, og eftir at VAR hevði gjørt vart við seg, bleiv fríspark dømt til Pólland beint uttanfyri føroyska brotsteigin. Samstundis varð reytt kort givið til Hørð Askham, ið sostatt er leikbannaður til dystin móti Kekkia, sum verður í Plzen sunnudagin.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Magnusi Egilsson úr B36, ið higartil er skrásettur fyri tveir A-landsdystir fyri Føroyar.

Til dystin móti kekkum verður landsliðsvenjarin eisini noyddur at síggja burtur frá Gunnari Vatnhamar. Fyri stuttum bleiv Gunnar pápi fyri aðru ferð, og í samband við úttøkuna varð avrátt, at Gunnar Vatnhamar bara skuldi vera við í fyrra dystinum.

EM-undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar verður á Doozan Arena í Plzen í Kekkia sunnudagin 15. oktober klokkan 19:45, føroyska tíð.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo