Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu liðugt fyri í ár

Í mai mánað í ár var farið undir arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu

Byrjað var at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. Tað arbeiðið er liðugt.

Eftir hetta, so var farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og síðan leggja nýtt betonglag á. Til seinast er so eitt nýtt betonglag lagt á tann innasti partur av gomlu kaiini, skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

Ætlanin er at leggja betonglag á restina av kaiina kommandi ár.

– Eisini skulu nýggj ljós setast upp og nýggj vatnføring leggjast. Tað arbeiðið skal alt eftir ætlan verða liðugt í 2024, skrivar kommunan.

Tað er fyritøkan Sp/f Form, sum stendur fyri arbeiðnum.

Kelda: Eysturkommuna