Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nærum 650 bilar missa nummarplátuna

641 mál um plátumiss eru latin løgregluni

Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 641 mál um vegskattaeftirstøður.

Tað merkir, at nummarspjøldrini skulu takast av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2023.

Tað skrivar Akstovan.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, so tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.