Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú kunnu bryggjaríini selja sterkt til ferðafólk

Løgtingið hevur í dag avgjørt, at einkarrætturin hjá Rúsdrekkasølu Landsins nú er tikin av, og tí kunnu føroysku bryggjaríini nú selja sterkt til ferðafólk, ið koma á rundsýning á føroysku bryggjaríunum

– Nú kunnu rúsdrekkaframleiðarar umsíðir selja sína egnu framleiðslu til virkisvitjandi. Uppskotið varð samtykt við stórum meiriluta. Hetta eri eg sera fegin um, og er tað eitt gott átak fyri føroysku rúsdrekka- og ferðavinnuna.

Tað skrivar landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, á sínum Facebook-vanga.

Lógaruppskotið, sum nú er samtykt, snýr seg í stuttum um, at loyvisnevndin skal kunna geva framleiðarum loyvi til at selja sína egnu framleiðslu á framleiðslustaðnum, eisini um ølið ella ciderið er sterkari enn 5,8 prosent.

Sum lógin annars var, kundu framleiðarar selja egna framleiðslu í egnum sølubúðum, so leingi sum talan er um løg, ið ikki var sterkari enn 5,8 prosent.

Greinin heldur fram undir myndini

(Mynd: Facebook/Bjarni Kárason Petersen)

Tað vóru 16 atkvøður fyri at broyta lógina, meðan níggju vóru ímóti.

Ein limur í samgonguni, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, atkvøddi ímóti uppskotinum, meðan tvey tingfólk úr Sambandsflokkinum, Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen, atkvøddu fyri uppskotinum.

Í nýggja uppskotinum er kortini tann avmarking, at framleiðarar sleppa bert at selja sterkara løgin á framleiðslustaðnum sjálvum, og ikki í øðrum sølubúðum.

Harumframt avmarkar uppskotið eisini søluna til bert at fevna um vitjanir á bryggjaríum, og tað ber tí ikki til at lata upp eina sølubúð á framleiðslustaðnum, sum er opin fyri almenninginum.

Av somu orsøk verður mett, at talan verður fyri tað mesta um ferðafólk, ið fáa ágóðan av hesum, tó so, at tað ber væl til hjá føroyingum at fara á vitjanir á teimum ymisku bryggjaríunum.

Mett verður ikki, at uppskotið fer at hava við sær, at nýtslan av rúsdrekka fer at økjast í Føroyum, sambært hoyringum til uppskotið, ið nú er samtykt.

Les eisini...  Bryggaríini skulu kunna selja sterkt øl til ferðafólk

– Endamálið at avmarka nýtsluna er óbroytt. Tó haldi eg ikki tað er nútíðarhóskandi, at fólk, sum t.d. koma allan vegin til Føroya at vitja Fair Isles ella Føroya Bjór, ikki kunnu keypa sær eitt tinganest frá staðnum, men mugu fara yvir um ánna eftir vatni í Rúsuna at finna fløskuna, sum tey júst hava sæð á virkinum. Broytingin er tí bara ein tillaging til ta útflutningsvinnugrein, sum er við at taka dik á seg í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen.