Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vit ynskja at tit vinna, sigur Sunak við Netanyahu

Nú bretski forsetisráðharrin í Bretlandi er á vitjan í Ísrael, hevur hann hitt Benjamin Netanyahu.

Bretski forsetisráðharrin Rishi Sunak lendi hósmorgunin 19. Oktober í Ísrael og hitti fyrst Ísraelska forsetan Isaac Herzog og síðani forsetisráðharran Benjamin Netanyahu. Hetta er 3. Statsleiðari, sum vitjar í Ísrael síðan Hamas leyp á 7. Oktober. Amerikanski forsetin Joe Biden og týski kanslarin Olaf Scholz vitjaðu fyrr í vikuni.

Sunak segði millum annað í beinleiðis sending í sjónvarpinum: “Vit vilja at tit vinna” og so legði hann afturat at Bretland stuðlar rættinum hjá Ísrael at verja seg men segði eisini at hann var glaður fyri at Ísrael hevði játtað at lata neyðhjálp sleppa inn í Gaza.

Langar bíðirøðir av lastbilum við mati, vatni og heilivági bíða í Rafah millum Gaza og Egyptaland  eftir boðum at sleppa inn í Gaza.

Les meira á bbc.com her:

https://www.bbc.com/news/live/world-middle-east-67141589