Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Everton-fjeppari á the Kop

Fótbóltsspælið kann sjálvandi spjaða, men hevur eisini eina fevnandi megi.

Í dag hevur grannauppgerð verið millum Liverpool og Everton á the Kop, men millum Liverpool-fjeppararnir á the Kop sat ein bláklæddur fjeppari mitt millum teir reyðu. Søgan er eisini merkisverd.

Tað skuldi vera ein veitsludagur. FA Cup hálvfinalan millum Liverpool FC og Nottingham Forest á Hillsborough leikvøllinum í Sheffield, tann 15. apríl 1989, men í staðin kravdi dysturin 95 mannalív á staðnum.

Tony Bland fall í tungt óvit og andingartólið varð sløkt tann 3. mars 1993. Stephen Whittle tók sítt egna lív tann 26. februar 2011 orsakað av skuldarkenslu, tí hann hevði selt sítt atgongumerki til dystin og 27. juli 2021 doyði Andrew Devine av álvarsomum løstum frá dystinum.

Í hurlivasanum eftir syndarligu Hillsborough vanlukkuna vórðu líkini bara talmerkt. Nr. 72 var Michael Kelly og hvørja ferð grannauppgerð er í millum Liverpool og Everton á the Kop, situr bróðirin, sum sjálvur stuðlar Everton, millum Liverpool-fjeppararnir fyri at minnast deyða bróðir sín.

Fótbóltsspælið er sanniliga størri enn spurningurin um lív ella deyða.