Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjartalíð hattrick kongur í Noregi

Undir leiðslu hjá Mikkjal Thomassen, venjara, hevur klaksvíkingurin Jóannes Bjartalíð verið stórspælandi

Fyri stuttari tíð síðani varð uppflytingin í fremstu mansdeildini tryggjað. OBOS deildin, ið norska føroyingaliðið spælur í, nærkast alsamt endanum.

Í dag spældi liðið hjá Mikkjal Thomassen, ið hevur Jóannes Bjartalíð og Brand Hendriksson Olsen á listanum, móti norska liðnum Sandnes. Sandnes legði seg á odda tá eitt korter var farið.

Eitt korter seinni fær Fredrikstad brotsspark. Bjartalíð, ið av norskum fjølmiðlum og norskum fótbóltsfjepparum, verður róptur brotssparkskongurin, setti bóltin trygt í netið. Men stutt vardi javnleikurin. Eina løtu seinni skoraði Halgunset hjá Sandnes til 2-1 til heimaliðið.

Eitt gott korter inn í seinna hálvleik er aftur brotsspark til Fredrikstad. Aftur her prógvar brotssparkskongurin sítt virði. Aftur javnt. 2-2.

Góðar fimm minuttir fyri leiklok, har spælið sýndist ganga báðar vegir og útfallið var ókent, vísti Jóannes Bjartalíð úr Klaksvík, hvat tað er, hann er gjørdur av. Hegnisliga setti hann bóltin í netið og gjørdist hattrick kongur. Hann staðfesti Fredrikstad sigurin og komandi vikuskiftið, um alt vil væl, kann 27 ára gamli klaksvíkingurin kalla seg meistara í norsku OBOS deildini.

Bjartalíð hevur nú 19 málstig. 18 málstig í seinastu 15 dystunum og hevur hann tí flest málstig í deildini. Tað er rættiliga serstakt, tá hugsað verður um, at hann var darvaður av skaða frá oktober í fjør til mei mánaða í ár.

Hin føroyingurin, Brandur Hendriksson Olsen, var ikki á leikaralistanum til dagsins dyst.