Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sir Bobby Charlton er deyður

Manchester United hevur boðað frá, at Sir Bobby Charlton andaðist fyrr í dag, 86 ára gamalur

18 feløg ynsktu at fáa fatur á 15 ára gamla Bobby Charlton og ferðslan í heiminum í Ashington var øgilig í Landnyrðingsonglandi í 1952-53. “Viðhvørt vóru tað tveir talentleitarar í húsinum um somu tíð. Annar var í úti í inngongdini saman við pápa og hin var køkinum saman við mammu og so mátti eg ganga aftur og fram millum báðar,” hevur Charlton greitt frá.

Tað var talentleitarin hjá Manchester United, Joe Armstrong, sum yvirtalaði Charlton. Leingi bíðaði Charlton eftir møguleikanum og í 1956 fekk Charlton dystarboð. Hóast hann hevði ein øklaskaða, so skoraði hann tvey mál í byrjanardystinum.

Bara góðar tveir mánaðir eftir flogvanlukkuna í München í 1958 fekk Charlton landsliðsboð og 1966 var eitt glæsiligt ár, tí Charlton gjørdist heimsmeistari, varð kosin besti leikari í Onglandi av tíðindamonnunum og ársins leikari í Europa. Tvey ár seinni vann hann Europa Cup fyri meistaralið, tá hann sjálvur skeyt tvey mál.

Lagnustundin á enska landsliðnum var í fjórðingsfinaluni ímóti Vesturtýsklandi undir HM 1970 í Mexico. Ongland møtti Vesturtýsklandi og førdi 2-0. Vesturtýskland minkaði um munin og so vórðu Bobby Charlton og Martin Peters útskiftir, áðrenn Vesturtýskland javnaði. Í longdu leiktíðini varð eitt mál frá Geoff Hurst kolldømt, áðrenn Gerd Müller skoraði sigursmálið fyri Vesturtýskland. Undan dystinum varð besti málverjin hjá Onglandi nakrantíð, Gordon Banks, mateitraður og avloysarin, Peter Bonetti, fekk skolurnar fyri tvey av málunum.

Ongland var ikki longur heimsmeistari og Bobby Charlton gavst at spæla. Tá hevði hann metið fyri flestar landsdystir (106) og flest landsliðsmál (49). Fyri Manchester United spældi Sir Bobby Charlton samanlagt 758 dystir og skoraði 249 mál.

Les eisini...  Ikki koyra skít - eitt glas er eitt ov nógv

Ærað veri minnið um Sir Bobby Charlton!