Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sherpatrappan skjótt liðug

Menninir úr Nepal hava gjørt skjótt av, og arbeiðið at gera trappu oman í Hvannhaga gongur væl

Herfyri kunnaði Tvøroyrar kommuna um, at menn út Nepal vóru komnir til oynna, har teir skuldu byggja eina trappu oman í Hvannhaga. Talan er um sera avbjóðandi arbeiði, har tungt føroyskt basaltgrót verður brúkt til at gera trappuna. Heimasíðan skrivar, at menninir úr Nepal ikki hava roynt at arbeitt við tílíkum gróti fyrr.

Men arbeiðið hevur gingið bæði væl og skjótt, tí heimasíðan skrivar, at arbeiðslagið hevur verið gott.

– Hóast knossast hevur verið við gróti, ið vigar upp til fleiri hundrað kilo, so er arbeiðslagið altíð gott og framrættað, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Í Noregi hava teir Sherpamenninir arbeitt nógv við skifer-gróti, ið er heilt øðrvísi at fáast við enn harða, føroyska grótið. Men eftir at tyrlan hjá Atlantsflog er komið við gróti so hvørt, so hava menninir við handamegi fingið tungu klettarnar upp á pláss.

– Tann 27. oktober fer ferðalagið av landinum aftur, og hóast teir bert hava verið her nakrar fáar dagar, so hava menninir úr Nepal sett eitt varandi fingramerki í føroyska landslagið og føroyska byggisøgu. Hvør veit, kanska teir vitja aftur í onkrum øðrum samanhangi, í framtíðini, skrivar heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu.

Her eru nakrar myndir av arbeiðnum, sum Lasse Jensen hevur tikið: